Forkunngur gestur
Hesa seinastu tíðina hava tey á Fiskavirking á Tvøroyri havt ein forkunnugan gest.
Í hálvan annan mánað hevur ein nósi hildið til rundanum flakavirkið. Tey siga, at hann er rættiliga ungur, í mesta lagi tveir mánaðir, men tað tykist sum um at hann trívist væl á havnarlagnum á Tvøroyri.
Har er eisini nóg mikið at eta, tí tað ýður í smáseiði framvið bryggjuni, so hann líður onga neyð.
Tað er eisini komið fyri, at fólk royna at geva honum at eta á landi, men tað skoytir hann ikki um. Tey vóna heldur ikki, at hann fær tann óvana at eta frá fólki á landi, tí so stúra tey fyri, at hann ikki longur fer at duga at finna sær føði í sjónum og so fer hann ikki at klára seg.
Tey, sum arbeiða hjá Fiskavirking og tey, sum annars hava sína gongda keiini, fylgja við nósanum.
Tey siga, at hann plagar at koma upp á turt at leggja seg um níggju tíðina um morgunin og so fer hann aftur á sjógv á døgverða og so kemur hann uppaftur ímóti kvøldi og so liggur hann til heilt seint.
Tað einasta, sum fær hann á sjógv aftur, er vissi mamma hansara rópar eftir honum. Hon heldur eisini til á fjørðinum og onkuntíð vil hon hava hann til sín.
Nósin er eisini rættilgia vanur við fólk nú og hann lestst ikki um vón, tá ið fólk koma at hyggja eftir honum, heldur ikki um tey koma rættiliga nær.
Nósin er eisini vorðin rættiliga kendur og tað er heilt nógv fólk, sum kemur at hyggja at honum.
Hann er eisini vorðin rættiliga frekur, tí tað kemur fyri, at hann fer sær ein túr eftir keiini. Ein dagin var hann komin niðan til bilarnar og ein annan dagin var uppi við skiljihøllina hjá uppboðssøluni so at ein maður mátti bera hann omanaftur.
Higartil hevur nósin fingið væl frið og tað vóna tey, at hann eisini fær, so leingi hann verður har.
Tí, sum ein segði: Tað er stuttligari at njóta enn at skjóta