Í gjár misti KÍ oddasessin, tá ið NSÍ á heimavølli vann 3-1 ímóti NSÍ. Tað eru tvey stig frá NSÍ og aftur til KÍ, sum við sigri í norðoyastevnudystinum seinnapartin kann fáa fatur aftur í toppinum.
Hjá KÍ er Óli Eyðsteinsson Poulsen framvegis skaddur. Torbjørn Grytten hevur spælt lítlan og ongan leiklut seinastu ferðirnar. Ivasamt er, hvussu tað verður við honum. Ólavur Niclasen hevur havt trupulleikar við hælinum. Hann spældi í gjár ein tíma á næstbesta liðnum, sum vann 3-2 á Skála.
Simen Sandmæl og Boris Dosljak hava vøddaskaðar at dragast við. Spurningurin er, um teir vera við frá fyrsta bríksli ídag.
KÍ hevur 26 stig, og mótstøðulðið á norðoyastevnu, AB, hevur fýra stig. Tá ið hesi bæði liðini hittust á Argjum fyri einum mánað síðani, vann KÍ 4-0.
Hjá AB er skaðalistin framvegis langur: Jákup Pauli Breckmann, Jógvan Jóannesarson, Heðin Stenberg, Hørður Tórsson, Rógvi Poulsen, Bárður Olsen og Jobin Drangastein.
Tað vil siga, at sjey AB spælarar eru ikki tøkir ídag.
AB hevur spælt fimm ferðir á útivølli og einki stig vunnið. Málmunurin á útivølli er 7-20. KÍ hevur spælt fimm heimadystir – fýra sigrar og málleysur javnleikur ímóti HB. Málmunurin er 15-1.