Tað er trygt í Víkini

Útibarnagarðurin, sum Runavíkar Kmmuna hevur latið upp í Æðuvík, eitur Víkin. Tað ber boð um tyggleika, segði leiðarin, tá móttøka var í Æðuvík á grækarismessu í samband við, at barnagarðurin er tikin í nýtslu



Barnaveitsla
Æðuvík:
Móttøka var í nýggja útibarnagarðinum í Æðuvík á grækarismessu. Barnagarðurin hevur fingið navnið Víkin. Og í Æðuvík flaggaðu tey. Ikki bara fyri tjøldrunum hendan kalda grækarismessudagin, men eisini fyri teimum smáu gestunum, tey dagliga hava í bygdini um dagarnar.
Tey hava ovmikð at gera, børnini í útibarnagarðinum hjá Runavíkar Kommunu. Tey hava frætt, at í dag koma tey vaksnu at vitja. Omma kemur, og helst er Abbi eisini við. Og tey fara at syngja. Og fá saft og karamellur. Jú, hetta verður dagur í viku hjá hesum smáu.
Og tað var skjótt, at tað var, sum tað plagar at vera við slík høvi. So nógv stór vóru komin, at illa bar til at fá eyga á tey smáu. Sum hjá Per Jákup Mikali á sinni, tá boðið varð kaffi og smákøkur ella karamellu. Har trokaði alt móti átinum fram, og skjótt stóð hvør við sínum koppi.
Men tey smáu dugdu eisini. Tey hildu seg til saftgløsini, og karamellurnar gingu rímila gkjótt undan.
Hóast hann ikki fer at verða verandi í Æðuvík, útibaragarðurin, so hava tey í bygdini tikið sera væl í móti honum, segði borgarstjórin, Rodmundur Nielsen, tá hann beyð vælkomin.
Eisini formaðurin í Sosialu nevnd Runavíkar Býráðs, Maria Lamhauge, helt røðu, har hon beyð starvsfólki og brúkarum vælkomnum. Hon segði, at hesin barnagarðurin verður ikki verðandi í Æðuvík, men verður fluttur til Lambar har gamli skúlin verður bygdur um og út til útibarnagarðin.
Eisini vísti hon á, at nýggi barnaarðurin við Toftavatn, væntandi verður liðugur næsta ár, og tá vera rættiliga nógv barnagarðspláss í kommununi.
?Hóast ynskiligt kundi verið at fingið útibarnagarð bæði í Æðuvík og Lamba, verður tað nokk ikki í fyrsta umfari, segði formaðurin í Sosialu nevnd.
Leiðarin á útibarnagarðinum í Æðuvík, Kára Løkin, avdúkaði síðan navnið á baragarðinum. Hann skal eita Víkin.
Navnið hava tey valt, tí víkin er nakað trygt, sum ein kann leggja seg inn á at kroka, tá illveður er. Her er stilt, og her fæst hvíld. Eisini varð hildið, at hetta var eitt passandi navn júst í Runavíkar Kommunu, her so nógvar víkir eru. Og hóast útibarnagarðurin verður fluttur úr Æðuvík, fer hann at liggja tætt at aðrari vík kortini. Nevniliga Lambavík.
Men tað var kortini ikki bara saft og karamellur at fáa, tí børnini sluppu eisini at syngja. Og ommur og abbar og øll hin sluppu at syngja við. Og Kári Sverrisson slapp at spæla upp á guitar.
Og so sungu børnini um at telja stjørnur og um lítla fitta lambamæið, eins og tey sungu um eitt spógvareiður, tey vistu um. Og Pætur, sum fór til gongu út á vatnið. Hann dugdu tey eisini at syngja um. Og summir dreingir dugdu at syngja burtur úr NSÍ sanginum og róptu kampróp, tá teir vóru lidnir. Teir verða onkuntíð raskir.