Í dag hevur vinnumálaráðharrin lagt frá sær, og eftir støðugar mótmælisgongur heitir hann á leiðsluna í fíggjareftirlitinum um at leggja frá sær Tað er ein øgiligur politiskur turbolensur í Íslandi. Í gjárkvøldið vóru og aftur í dag eru stórar mótmælisgongur í miðbýnum í Reykjavík.
Í gjárkvøldið mótmæltu 6000 frammanfyri Alþingið, og tíðliga seinnapartin í dag vóru aftur fleiri hundrað savnað at móltmæla. Íslendingar geva við mótmælunum til kennar, at teir eru avgjørt ikki nøgdir við mátan, sum politiska og umsitingarliga skipanin hava viðgjørt stóru fíggjar- og samfelagskreppuna.
Fyrr í dag boðaði vinnumálaráðharrin, Björgvin Sigurðsson, frá, at hann hevur gjørt av at leggja frá sær:
- Eg havi gjørt av at taka ábyrgdina á meg, segði javnaðarmaðurin, sum eisini hevur verið ráðharri fyri norðurlandamálum, á tíðindafundi í Reykjavík.
Björgvin Sigurðsson legði aftrat, at hevur heitt á leiðsluna í fíggareftirlitinum um at leggja frá sær.
- Misnøgdin og vreiðin hjá fólkinum eru ov stór til at eg haldi meg vera føran fyri at endurvinna álitið, segði Björgvin Sigurðsson og sipaði til mótmælini ímóti stjórnini, sum støðugt hava verið síðani eina ferð í heyst.
Vinnumálaráðharrin leggur frá sær tveir dagar eftir, at Geir Haarde, forsætismálaráðharri, boðaði frá, at hann er álvarsliga sjúkur, at hann ikki ætlar at stilla upp aftur at verða formaður í Sjálvstæðisflokkinum, og at hann ætlar, at val skal verða til Alþingið leygardagin 9. mai.