Tað er vent upp og niður hjá HB

Um talan hevur verið um kreppu, eru tað kanska fleiri áskoðanir um. Undir øllum umstøðum hevur HB venjarin undan dagsins dysti ímóti NSÍ fullkomuliga broytt uppstillingina, sum nú sær soleiðis út:

Tróndur Vatnhamar - Mortan úr Hørg, Hans á Lag, Rasmus Nolsøe, Poul Thomas Dam - Pætur Jørgensen, Ólavur í Ólavsstovu, Kári Nielsen, Páll Dam Joensen - Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen.

Millum teirra, sum sita á beinkinum, eru Christian Høgni Jacobsen, Andrew av Fløtum og Milan Kuljic.

NSÍ liðið er soleiðis mannað í dag:

Tórður Thomsen - Aco Pandurovic, Óli Hansen, Johan Troest Davidsen, Einar Hansen - Bogi Løkin, Nenad Stankovic, Sjúrður Jacobsen, Andy Olsen - Jónhard Frederiksberg, Hjalgrím Elttør.