Tað eru alt ov nógvir leysir endar

Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin er ikki heitur fyri einum uppskoti hjá Sonju Jógvansdóttir

– Tað eru so nógvir leysir endar, at tað ber illa til at taka støðu til hetta, soleiðis sum landið nú liggur.

 

Hilbert Elisson, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur ikki, at uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, løgtingskvinnu um at draga limagjald til fakfeløg frá í skatti, er búgvið at taka støðu til yvirhøvur.

 

Tað er annars eitt hjartamál hjá Sonju Jógvansdóttir er, at fólk skulu kunna draga limagjald til fakfeløg frá í skatti. Men tey kunnu í mesta lagi kunna draga tað, sum svarar til tvey prosent av eini verkamannaløn, frá í skatt, ella góðar 5000 krónur frá um árið og tað hevur hon lagt uppskot fyri Løgtingið um.

 

Hon hevur tvíhildið um, at hetta er ein avtala við løgmann. Men kortini skerst ikki burtur, at hetta hevur fingið kaldliga móttøku í samgonguni, tí bæði Ruth Vang, Pauli Trónd Petersen, og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum, gera púra greitt, at skal hetta setast í verk, skulu tilsvarandi sparingar finnast á fíggjarlógini, tí raksturin á fíggjarlógini skal ikki hækka av hesum.

 

Hilbert Elisson hevur sæti á Løgtingi í hesum døgum fyri Helenu Dam á Neystabø, og hann er samdur við tey í samgonguni sum siga, at skal hetta setast í verk, skulu tilsvarandi sparingar finnast á fíggjarlógini.

 

– Hetta er ikki ein partur av fíggjarlógini og skal hetta setast í verk, skulu sparingar finnast onkra staðni, leggur hann afturat. Tað ber ikki til at samtykkja nakað, sum fígging ikki er til, tí, hvat verður so tað næsta, spyr hann.

 

Ein annar møguleiki er at hækka skattir og avgjøld, men Hilbert Elisson vísir avgjørdur aftur, at nakar skattur, ella nøkur avgjøld, skulu hækkast fyri at fólk skulu kunna draga limagjald til fakfeløg frá í skatti.

 

Men ein stórur trupulleiki fyri tinglimir í samgonguni, er eisini, at tað er stórt ivamál um, hvat hetta fer at kosta. Sjálv metir Sonja Jógvansdóttir, at tað fer at kosta 20 milliónir krónur í mistari skattainntøku hjá Landið og kommunum, men Fíggjarmálaráðið hevur roknað seg fram til, at tað fer at kosta minst 40 milliónir.

 

– Eitt, sum ger, at hetta als ikki er búgvið at taka støðu til, er nettupp, at vit vita ikki, hvørjar fíggjarligar avleiðingar tað fer at fáa, og tað ber ikki til at viðgera eitt mál vit ikki kenna teir fíggjarligu avleiðingarnar av, tí tað er fyrsta treytin, sigur sigur Hilbert Elisson.

 

Hann heldur undir øllum umstøðum,  at tað er blóðskeivt, at øll skulu kunna fáa hendan frádráttin, eisini tey, sum hava góða løn. Skal nakað líknandi setast í verk yvirhøvur, skal tað fella teimum í lut, sum hava brúk fyri tí, nevniliga teimum lágløntu, og ikki eisini fólki við háinntøkum, tí tey hava ikki brúk fyri skattalætta, sigur løgtingsmaðurin.

 

Hann sigur, at eitt annað vandamál kann vera, at fakfeløg bara fara at hækka limagjaldið, verður ein skipan sett í verk, har limagjaldið til fakfelagið kann dragast frá í skatti.

 

Hilbert Elisson veit heldur einki um nakra avtalu ímillum Løgmann og Sonju Jógvansdóttir um hetta.

– Eg taki støðu til sjálvt uppskotið sum tað liggur, sigur hann.