Enn er enskt ikki vorðin kravd lærugrein í 3. flokki. Men hetta hevur kortini ikki tikið hugin frá næmingunum at læra hetta fremmanda málið.
Tinna er púra greið í síni støðu:
- Eg vildi fegin lært meg enskt. Eg haldi at tað er stuttligt, tí ein kann fáa brúk fyri tí, tá ein fer í onnur lond.
Hóast undirvísingin í enskum skal flytast niður í 3. flokk, heldur Tinna ikki, at hon fer at duga føroyskt verri av hesi orsøk.
-Eg dugi nokkso væl føroyskt. Og eg veit, at eg hevði ikki lært tað enska málið beinanvegin. Men eg skal nokk koma at læra málið líka so væl sum føroyskt, sigur hon.
Rannvá veit, at tað finnast nógvar góðar bøkur á enskum. Hon hevði fegin viljað dugað at lisið tær, men má bíða eitt sindur enn við tí.
-Øll fólk tosa og skilja enskt. Og tað vil eg eisini, hóast eg veit at tað fer at taka tíð at læra málið. Eg læri ikki alt beinanvegin.
-Sjálvt um eg skal læra enskt, so komi eg kortini ikki at gloyma tað føroyska fyri tað, sigur Rannvá.
Egi er eisini spentur eftir at læra seg enskt.
- Tað finnast nógvar bøkur og filmar á enskum. Og tær vil eg gjarna kunna lesa, sigur Egi.
Hann var fyri nøkrum árum síðani og ferðaðist í Turkalandi, men tá bara ikki til at tosa við nakran, tí hann var so lítil tá.
-Men eg veit, at um eg fari aftur til útlondini, so hevði eg viljað dugað at tosa enskt. So hevði eg kunnað keypt og tosa við hinar dreingirnar, eg hevði spælt við, sigur Egi.