Tað fer at gera støðuna hjá kvinnunum verri

Uppskotið hjá landsstýrinum um at leingja barsilsskipanina, er eitt afturstig fyri kvinnurnar, sigur Arbeiðsgevarafelagið

Hetta fer at gera støðuna hjá kvinnunum verri. Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag um uppskotið hjá Landsstýrinum um at broyta barsilsskipanina.

 

Landsstýrið ætlar at leingja barsilsskipanina tvær vikur, men tann eina vikan skal markast til pápan. Landsstýrið sigur, at hetta er fyri at taka enn eitt fet fyri at bøta um javnstøðuna ímillum kynini.

 

Í Føroya Arbeiðsgevarafelag eru tey grundleggjandi ósamd í hesum. Í viðmerkingum, tey hava gjørt til uppskitið, vísa tey til hagtøl sum vísa, at páparnir taka bara tað barsilsfarloyvið, sum er markað til teir. Tað merkir, at í hesum føri fara páparnir at taka aðra vikuna, og mamman tekur so hina vikuna.

 

Avleiðingin av tí er, at kvinnan fer at vera enn longri burtur av arbeiðsmarknaðinum, og statt verður lønargjógvin ímillum menn og kvinnur enn djúpari. Og sostatt fer hetta uppskotið at gera støðuna hjá kvinnunum verri, enn hon er nú, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag. 

 

Felagið sigur, at sum heild taka tey undir við, at foreldur skulu sjálvi sleppa at býta barnsburðarfarloyvi ímillum sín. Men kortini heldur felagið, at skulu broytingar í barsilsskipanini av álvara gera mun fyri javnstøðuna, skulu allar vikur, sum verða lagdar afturat barsilsskipanini, markast til pápan.

 

Annars vísir Arbeiðsgevarafelagð á, a seinastu tíggju árini er Barsilslógin broytt í meðal eina ferð um árið og nú eru tey farin at troyttast av øllum hesum smáu broytingunum. Tí halda tey, at stundin er komin at taka alla barsilsskipanina upp til eina heildarviðgerð, ístaðin fyri áhaldandi at gera smærri broytingar við stuttum millumbilum.

 

Tað undrar tey eisini, at tað ber til at leingja barsilsfarloyvið í heilum, uttan at gjaldið til skipanina verður hækkað. Tey halda, at antin má hetta merkja, at gjaldið er ov høgt, ella verður ov lítið sett til síðis til verri tíðir.