Tað fer at henda rættiliga nógv hesi næstu fimm árini

Vit skulu seta okkum stór mál fyri at fáa umhvørvisvinarligar bilar til Føroya

– Eg vænti, at tað fer at henda rættiliga nógv hesi næstu fimm árini. Tað heldur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldið.

 

Sum støðan er í dag, sinda tey, sum keypa elbilar ikki avgjald til landskassan, og í hesum døgum viðger Løgtingið eitt uppskot um at leingja hesa skipanina í tvey ár afturat, til 31. Desember í 2020.

 

Men Bjørt Samuelsen heldur ikki, at hetta er nóg mikið. Hon vísir á, at tað er stó

Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá landsstýrinum um, at tað er stór menning á økinum, men hon ivast í, hvussu stór frambrotini vera hesi næstu tvey árini.

 

Hinvegin er hon sannførd um, at hesi næstu fimm árini fer tað at henda rættiliga nógv í arbeiðnum at menna bilar, sum brúka el og vetni. Eitt nú heldur hon, at um fimm ár verða elbilar rættiliga kappingarførir í prísi við bensin og dieselbilar.

 

Og tí heldur hon, at skipanin, har slíkir bilar ikki rinda avgald til landskassan, skal ikki takast av um tvey ár, men at hon skal vara til 2023. Og tað vil hon nú hava Løgtingslimir at umhugsa.

 

 

Les eisini: Vilja hava at fleiri bilar skulu vera bíligari at keypa í Føroyum

 

 

Eitt, hon vísir á, at tað er eisini stór framstig hend á økinum at menna vetnisbilar, serliga til bussar og lastbilar. Og hon heldur, at vit eiga at hugsa stórt fyri fáa føroyingar at leggja um til umhvørvisvinarligar bilar, soleiðis at eingir bilar brúka bensin ella diesel í 2030

 

Men hon leggur samstundis dent á, at rættilig má fáast á at gera elframleiðsluna grønari, so at vit sleppa undan at brúka olju. Og hon ásannar, at málini eru greið, og tey eru, at í 2030 skal øll orkunýtsla á landið verða varandi orka, og tað málið stendur við. Endmálið má vera at verða sjálvveitandi við orku, eisini hóast tað ikki loysir seg fíggjarligari beint nú.