Tað finnast nógvar aðrar uppgávur

Óli Jacobsen

Sjónarmiðini hjá mótvalevnunum til verandi formann hava stórt sæð verið avmarkað til sáttmálar, tryggingarviðurskifti, pensjónsmálið og ALS.
Hetta eru sjálvsagt alt týdningarmikil viðurskifti, sum FF longu arbeiðir við, sum tað eisini sæst í okkara ársfrágreiðingum. Sum við øllum kann verða arbeitt betri við hesum viðurskiftum. Men tað heldur verandi leiðsla í FF seg vera føra fyri at gera, eisini tá hugsað verður um úrslit, sum longu eru nádd.
Men tað finnast mong onnur viðurskifti, sum felagið arbeiðir við, sum er. Tað hevur verið nevnt fyrr, at ein sera stór uppgáva er at tryggja fiskimonnum "rættan" prís fyri fiskin. Her hevur felagið verið virkið tey seinastu mongu árini, sum tað er greitt frá aðrastaðni í blaðnum. Seinast var tað við uppskotinum um uppbýtið av fiskamarknaðinum í tvey feløg, og virkar fiskamarknaðurin tískil betri enn nakrantíð. Ein onnur uppgáva hevur verið at vera við til at tryggja fiskidagatalið hjá skipunum. Tað er nógv, sum hendir á politiska frontinum, sum fiskimenn meta sum eina hóttan, sum t.d. uppskotini um at teir nú skulu gjalda fyri at sleppa at fiska.
FF hevur nýtt nógvar kreftir at vísa grundgevingunum aftur, og tað gerst í hvussu er best við at hava eina vitan um hesi viðurskifti.
Eitt annað dømi um virksemið hjá FF er tann fasti gerðarrætturin, sum beint er skipaður at loysa trætumál á arbeiðsmarknaðinum. Her er friður komin um hetta mál, eftir at fleiri landsstýri hava rent seg føst við uppskotum um arbeiðsrætt, sum stórur partur av fakfeløgunum ikki vilja vita av.
Tá Óli Jacobsen var í landsstýrinum í 1998, setti hann eina nevnd við umboðum fyri fakfeløg og arbeiðsgevarar, sum fekk til uppgávu at koma við einum uppskoti til skipan, sum kundi loysa trupulleikan við slíkum trætum, sum ofta endaðu við tiltøkum av ymiskum slagi. Henda nevndin kom ikki á mál, men tá Bjarni Djurholm rendi seg fastan við sínum uppskoti um arbeiðsrætt, fekk hann til ráð at nýta sama leistin sum hjá Óla í 1998. Hesin leistur hevur nú ført til máls við eini nærum fullkomnari semju millum mótpartarnar á arbeiðsmarknaðinum um eina skipan á økinum.
Tað er soleiðis, at ein eigur at arbeiða, og soleiðis at úrslit kunnu náast.

Gott við vali
Tað er eingin ivi um, at tað er sunt við einum slíkum vali sum hesum. Undir øllum umstøður verður sett fokus á ymisk viðurskifti hjá fiskimonnum, sum tann, ið enn verður valdur, má gera nakað við.
Vónandi verður hetta eisini gott fyri felagslívið. Tað er eingin ivi um, at FF tørvar nýggj og ung fólk, sum vilja vera virkin í felagnum. Tí skal hetta eisini vera ein áheitan á ein og hvønn um at vera við til at dugna felagnum.
Nú verður ikki meira skrivað upp undir hetta formansvalið. Men fiskimenn vita í hvussu er, hvat tey trý alternativini standa fyri.
Minnist til, at atkvøðuseðilin skal vera grannskoðara felagsins í hendi í seinasta lagi týsdagin 30. januar.