Liverpool hevur slagorðið “You´ll never walk alone” og Manchester United nevnir heimavøllin: “Theatre of dreams”. NSÍ hevur uppbygt sær eitt slagorð í 2007: “Vit taka ein dyst í senn”. Nøkur hava havt hug at flenna eftir hesum nógv endurtikna setningi hjá Óla Hansen, liðskipara hjá NSÍ. Men tann, sum flennur síðst, flennur best. Stabili verjukletturin er ikki bara liðskipari hjá NSÍ. Óli Hansen er eisini pressutalsmaðurin hjá liðnum. Hetta er í samráði við venjaran, og allan Formulahópin hjá NSÍ. Fjølmiðlafólk hava givið ilt av sær, at ikki onkur annar NSÍ-leikari er sloppin at úttala seg. Men stigatalvan rættvísger hesa, og aðrar disposisjónir hjá NSÍ. Úttalilsini hjá hinum FM-biðlunum hava verið litríkari og fjølbroyttari, men ikki bóru tey á fremsta mál.
Ótrúlig kensla
Tað er kortini ikki frítt, at Óli Hansen er eitt sindur rørdur av tí, sum hann hevur upplivað síðstu vikurnar. “Vit vóru so umgyrdir av glaðum viðhaldsfólki norðuri í Klaksvík, at tað var ikki meir enn, at eg náddi at hevja FM-steypið. Inni í Støkk-høllini fekk eg so nógv klemm frá fólki, sum høvdu tár í eygunum, at eg fekk næstan ikki førkað meg.” fortelur Óli við eitt sindur av stoltleika. Tað er ein ótrúlig kensla fyri hann, og hinar NSÍ-leikarnar. FM-heitið hevur ein ófatuligan týdning fyri tey flestu í Runavíkar Kommunu. Men Óli ásannar, at rómurin, sum var í Klaksvík síðsta leikdagin, busstúrurin gjøgnum Søldarfjørð, Glyvrar, Saltangará og Runavík, og ótrúliga móttøkan í ítróttarhøllini í Runavík, verður neyvan endurtikið í líka stórum málistokki aftur. Tað verður stórt at endurvinna FM-heitið, men einki er sum at vinna FM-heitið fyrstu ferð! Tað hevur stungið djúpt hjá NSÍ-viðhaldsfólkunum, at B68, GÍ og ÍF hava vunnið FM. Men nú er kompleksið, um ikki at hava vunnið FM, jarðað niður í jørðina!
Bar til frá fyrsta dysti
Ásannanin hjá Óla og hinum í NSÍ, at tað kundi eydnast í ár, kom longu eftir fyrsta dystin. Teir skoraðu til 1-0 í 94. minutti á Sandi, ímóti B71, hóast illa sperdir í 2. hálvleiki. Tann dysturin setti standardin fyri aðrar dystir, har tað hevur riðið um snarið hjá NSÍ. Eisini tá NSÍ tapti ímóti EB/S og HB, dyst um dyst. Tað var aftaná henda stutta niðurtúrin, at slagorðið: “Vit taka ein dyst í senn” vann frama í hópinum.
Byrjaði 5 ára gamal
Óli var 5 ára gamal tá hann byrjaði at leika fótbólt við NSÍ í 1982. Familjan hjá honum hevur ikki havt nógv tilknýti til fótbóltsumhvørvið. Men foreldrini hava stuðlað honum væl, líka frá tí degnum hann fann vegin út til Løkin, sum 5 ára gamal. Hann íðkaði fimleik við Støkk frá 7 til 12 ára aldur, men eftir hetta hevur bara fótbólturin verið á breddanum. Óli vann FM við smádreingjunum hjá NSÍ í 1989, og FM við unglingunum í 1995 og 96. Tá Óli var í Skúla í Kolding – árini 1998-2000 - leikti hann við Danmarksseriuliðnum hjá Kolding. Heimafturkomin fekk Óli sáttmáli við GÍ. Óli leikti tvey ár við GÍ. Hann var við til at vinna Løgmanssteypið í 2000. Òli skeyt sigursmálið í finaluni ímóti HB. Martin Juul Jarnskor lovaði honum eina gás tá. Men tann gásin má verða væl gødd nú, tí hon er ikki komin á borðið enn. Óli var á trettandi ári tá landsliðið gjørdi um seg í Landskrona. Tá birtist dreymurin um at sleppa á landsliðið, og at sleppa út um landoddarnar at leika fótbólt. Men tá Óli var tannáringur slapp hann ikki heilt framat landsliðsborðinum. Hann fekk ein U-18 landsdyst ímóti Íslandi. Í 2004 var hann við til at tapa 0-5 ímóti Póllandi í sínum fyrsta A-landsdysti. Hann hevur eisini verið við á venjingarlegum í Spania. Hann var m.a. við tá landsliðið fekk ein 2-2 javnleik ímóti HamKam úr bestu norsku deildini. Hann fortelur flennandi: “Abbi segði mær, at hann hevði ongantíð hoyrt um eitt land, sum eitur “HamKam”!”.
Stríðist fyri plássinum
Óli er sera fegin um at verða sloppin á landsliðið aftur. “Eg fari at gera mítt ítarsta fyri at sleppa at byrja inni ímóti Italia á útivølli” sigur Óli avgjørdur. Hann hevur fingið boð frá Jógvani Martin Olsen at koma til venjingarnar, sum verða áðrenn landsliðið verður endaliga úttikið til síðsta dystin í Modena, hin 21. november. Òli viðgongur, at tað hevur verið ein kensluligur rutsju-túrur. Fyrst sigurin á VB/Sumba, sum staðfesti Føroyameistaraheitið hjá NSÍ. Síðani at standa í verjuni á landsliðnum í Kiev, og koma í eitt ódnarveður, og eitt ótrúligt trýst, sum fá føroysk fótbóltslið hava verið út fyri. Og so at fara norður til Klaksvíkar eftir FM-steypinum. Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá landsliðnum. Men Óli sær bjart uppá framtíðina hjá landsliðnum. Yngru landsliðini hava fingið nøkur framúrskarandi úrslit, sum ger at ljósið fyri framman er bjartari. Òli heldur eisini, at landsliðið hevur fingið ov nógvar órættvísar skolur, og ov nógv óneyðug høgg síðstu árini.
Baklandið stuðlar
Konan hjá Óla; Tóta spældi sjálv fótbólt fram til aldursbólkin Gentur 14-17 ár. “So hon skilir spælið” skemtar Óli. Tóta og tann lítli fitti Heri eru heimliga baklandið hjá Óla. Tóta er spent til hvønn dyst hjá NSÍ og Óla. Hon er uppá pláss við Løkin til næstan hvønn heimadyst. Og burtursæð frá útidystunum í Suðuroy, og á Sandi, so hevur hon verið til flestu útidystirnar hjá NSÍ í ár. Og viðgongur Óli, at tað ikki hevði gingið, um Tóta ikki stuðlaði honum so væl. Dagliga starvast Óli, sum er útbúgvin Akademiøkonomur frá Kolding Købmandsskole, sum leiðari fyri “Kryvjing og sølu” hjá P/F Luna, sum Gregersen-mennirnir úr Gøtu eiga. Óli hevur starvast á Luna síðani januar í 2000. Síðan januar í ár hevur hann starvast í Sørvági. Arbeiðið, ferðing í samband við arbeiðið, og fótbólturin krevja sítt. Og tí hevur Òli ikki tíð at fáast við onnur frítíðarítriv. Óli tekur ein dag, og ein dyst í senn. Habilitetur og stabilitetur ganga hond í hond.
------
Navn: Óli Hansen
Føðingardagur: 26. november 1977
Bústaður: Á Heygnum 19 í Saltangará
Kona: Tóta N. Klakkstein
Barn: Heri, 2 ár
Útbúgving: Matematiskur studentur og Akademiøkonomur
Feløg: NSÍ, GÍ og Kolding IF
--------
Óli um “Vespureiðrið”:
“Mær dámar betri sendingina í ár. Sendingin er nógv batnað í mun til ífjør. So leingi innihaldið í sendingini er umhugsað, er sendingin gagnlig, og tá er hon styrkjandi fyri samleikan hjá NSÍ”
Óli um Jens Martin Knudsen:
“Jens Martin er óiva tann seriøsasti ítróttarmaðurin eg havi íðkað ítrótt saman við. Hann er fyrimyndarligur, og ein sannur undangongumaður. Jens Martin er eisini ótrúliga jaligur og skemtingarsamur av lyndi.”
Óli um Guligans:
“Guligans hava verið slóðbrótandi fyri áskoðaramentanina í Føroyum. Teir hava veitt liðnum ein ótrúligan stuðul og uppbakkning. Bæði í viðgongd, og eisini í mótgongd. Vit virðismeta teirra stuðul.”
Óli um lokaluppgerðir ímóti B68:
Eg gleði meg ótrúliga nógv til tær tríggjar lokaluppgerðirnar ímóti B68 næsta ár. Tað er, sum um nakað manglar tá B68 ikki er í bestu deildini. Sjálvur fekk eg debut ímóti B68 í bestu deildini, afturi í 1994.”