Tað gekk

Føroyameistararnir høvdu stórar trupulleikar av at basa hoyvíkingum

StÍF-H71 26-24 (14-9)


Ein skuldi kanska trúð, at talan í hesum førinum var um ein lættan dyst fyri strandingar, men við tað at bæði Jónleif og Alexandur vegna skaða vóru sera ivasamir undan dystinum, væntaðu flestu leikararnir, at talan fór at gerast um ein sera strævnan dyst.

Alexandur var tó kortini komin somikið fyri seg, at hann fekk verið á vøllinum sunnudagin, men kortini var liðið skert við tveimum leikarum, tí um mrogunin noyddist Marius Joensen at geva avboð orsakað av sjúku.


Mundi kiksa

Í fyrra hálvleiki sást tó lítið til, at føroyameistararnir vóru nakað serliga illa fyri, hvat fólki viðvíkti. Eftir eina heldur varisliga byrjan tóku teir seg støðugt frá hoyvíkingunum, og hóast Artur varð mansvardur so at siga alla tíðina, tóktist hetta ikki at nerva heimaliðnum nakað serligt.

Í seinna hálvleiki gekk tó meira striltið, og spakuliga komu hoyvíkingarnir nærri og nærri á máltalvuni, og tá hálvleikurin var hálvrunnin, stóð aftur á jøvnum.

Liðini bæði fylgdust so eina løtu, men eftir at Tróndur hevði fingið reyða kortið frá dómaranum, gjørdu strandingar sær dælt av at vera í yvirtal, og eftir tveimum minuttum hhøvdu teir vunnið sær eina trý mál stóra leiðslu, sum í veruleikanum tryggjaði teimum sigurin.


Týdningarmikil stig

Hoyvíkingar máttu enn einaferð vera Allan Mørkøre fyri uttan, men hóast hetta, so megnaðu teir at geva skerdu føroyameistarunum dygga mótstøðu. Serliga Jens Skipagøta leikti ein góðan dyst, og mundi hann eisini vera høvuðsorsøkin til, at H71 kom rættuliga við aftur í dystinum.

Liðið telur tó fleiri aðrar evnaríkar leikarar, og verður liðið eitt sindur betri samanspælt, samstundis sum bøtt verðu um venjingarstøðuna, eiga teir í hvussu so er at megna at lyfta seg av niðasta plássinum.

Á heimaliðnum var mest eyðsýndi leikarin John Petersen, sum nærum einsamallur megnaði at halda hoyvíkingunum niðri.

Artur fekk ongantíð sama leiklutin, sum hann vanliga hevur, og hóast Alexandur er komin seg aftur eftir skaðan, so er dystarvenjingin enn ikki í topp.

Annars var ikki tað stóra at skriva heim um í einum dysti, har úrslitið var tað týdningarmesta fyri strandingar. Stigini fingu teir so, og enn hanga teir fast í vestmenningunum, so hesir ikki skulu kenna seg ov tryggar.


Dysturin í tølum:

Málskjúttar:

StíF: John Petersen 10 (2), Artur Johansen 4, Bent Durhuus 3, Kristjan Petersen 3, Alexandur Johansen 3, Sveinbjørn Poulsen 1, Leivur Justinussen 1, Karstin Danielsen 1

H71:

Eyðun H. Højgaard 7 (3), Halgir D. Olesen 6, Tróndur Vatnhamar 4, Olaf Vestergaard 3 (2), Jákup á Borg 2, Annfinn N. Debes 1, Bárður Brimvík 1

Brotskøst:

StÍF 2, H71 5

Útvísingar:

StÍF 1, H71 2

Diskvalifikatión:

H71 1 (beinleiðis reytt)

Dómarar úr VÍF:

Alfred Hummeland og Erling Heinisen