Í kvøld verður greitt, um tað verður EB/Streymur, sum komandi ár skal halda fram í bestu deildini, ella um tað verður B71, sum eftir eitt ár í 2. deild, aftur skal flyta upp, hagar, sum tað gongur fyri seg. Spurningurin er púra opin eftir fyrru uppgerðina, sum í góðum líkindum á Mølini endaði við 1?0 heimasigri.
EB/Streymur fekk einasta málið miðskeiðis í 2. hálvleiki. Jón Sigurd Gleðisheygg legði innfyri úr vinstru, og við handara stólpan setti Hans Pauli Samuelsen krúllin undir bóltin.
EB/Streymur hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini. B71 var komið til Eiðis fyrst og fremst fyri at verja tað, sum teir høvdu við sær, og í øðrum lagi at avmarka eitt møguligt tap so nógv, sum tað bar til.
Heimaliðið fekk møguleikar burturúr yvirvágini, men tað gekk illa at fáa úrtøku. Eitt korter var farið, tá beinini vórðu tikin undan Sorin Anghel, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Sorin plagar at skjóta, men hann hevði fingið ilt av sendaranum, og so tók liðformaðurin, Ronnie Samuelsen, á seg at royna úr ellivu metrum. Bólturin hevði góða kós, men Valdemar í B71 málinum var sum ein køttur úti við stólpan og bjargaði í so spakuliga skotinum.
Fram ímóti dystarenda hevði Jón Sigurd Gleðisheygg púra opið mál eftir tvørbólt frá Sorin Anghel, men tað eydnaðist ikki at fáa mál.
Bundu um
B71 hevði bara Jónsvein Thomsen á toppinum. Hann hevur fyrr í summar víst, at tað eru nógv mál í honum, og hann hevði aðra av tveimum B71 royndum, sum endaðu á træverkinum. Tað var seint í 1. hálvleiki. Tíðliga í 2. hálvleiki sendi Krzystof Radziemski í samankomingina og niður í vøllin. Men tað eydnaðist ikki B71 at fáa málið á útivølli, sum kundi havt verið alt avgerandi. Um tað eftir báðar dystirnar fer at standa á jøvnum í stigum og málum, so verður tað liðið omaná, ið hevur skorað fleiri mál á útivølli.
? Vit eru ikki illa nøgdir við úrslitið á Eiði. Alt er opið, men sjálvandi mugu vit vága meiri frameftir á heimavølli, tí vit skulu hava mál. Men samstundis mugu vit ansa eftir, at teir ikki fáa málið, sum kann avgera alt, sigur Eli Hentze, liðformaður hjá B71. Hann leggur afturat, at mótsatt á Mølini, har landsynningurin var góður sunnudagin, so var hann so mikið herviligur á Sandi í síðstu viku, at tað næstan ikki var hugsningur um at venja.
Myrkaspæl
Trygvi Mortensen, venjari hjá EB/Streymi, harmast um, at tað ikki eydnaðist teimum at skora meiri enn eitt mál. Men hann hevur gott mót, nú teir fara um Skopunarfjørð seinnapartin í dag.
? Um tað eydnast okkum at fáa eitt mál, so skulu teir skora tríggjar ferðir. Og undir øllum umstøðum verður neyðugt hjá teimum at vera meiri álopssinnaðir, enn teir vóru her norðuri.
Trygvi Mortensen kvígir annars fyri, at tað skal gerast ov myrkt, áðrenn dysturin verður liðugur í dag. Ikki minst um tað verður neyðugt við umdysti.
? Tað verður tíðliga myrkt, og tað verður spell, um tað verður tilvildin, sum skal avgera, eftir at spælararnir hava stríðst síðani fyrst í árinum.
EB/Streyma venjarin heldur, at møguleikin at alt verður avgjørt í einum dysti á uttanveltaðum vølli í staðin fyri, at tað verður spælt heima og úti átti at verið royndur:
? Eg rokni við at bæði fyri B71 og okkum hevði tað kenst gott, um alt hevði havt verið avgjørt í dysti t. d. í Gundadali sunnudagin.
Endaspæl um pláss í 1. deild
EB/Streymur?B71 1?0 (0?0)
1?0: Hans Pauli Samuelsen 65.
Dómari: Lassin Isaksen
Seinni dysturin verður á Sandi í dag klokkan 17.15
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Bárður Olsen, Esmar Eiðisgarð (Brian Olsen, 88.), Andrzej Pacek, Eyðfinn Joensen ? Vinjard Dam (Hallur Jacobsen, 64.), Marni Djurhuus, Ronnie Samuelsen, Hans Pauli Samuelsen ? Jón Sigurd Gleðisheygg, Sorin Anghel
B71: Valdemar Nowicki ? Ernst Løkjá, Páll á Reynatúgvu, Slawomir Radziemski ? Arunas Mika, Krzystof Radziemski, Sverrir Kjærbo, Eli Hentze, Torbjørn Jensen (Rúni Joensen, 10./Mass Anthoniussen, 86.), Símun Hansen ? Jónsvein Thomsen