Tað gerst bíligari at liva

Kortini hækkar prísurin á matvørum og klædnavørum

Frá øðrum ársfjórðingi í fjør til annan ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið lækkað 1 prosent, boðar Hagstovan frá í dag.

 

Sambært Hagstovuni eru tað príslækkingar á brennievni, sum hava ávirkað brúkaraprístalið mest seinasta árið. Í nýtslubólkinum býli er prísurin á brenniolju til húsarhald farin 22,9 prosent niður. Eisini rentan á íbúðalánum er lækkað, og samanlagt er býliskostnaðurin farin 7,1 prosent niður.

 

Í nýtslubólkinum flutningur eru prísirnir á brennievni til akfør lækkaðir 9,1 prosent, og samanlagt er flutningskostnaðurin farin 1,9 prosent niður.

 

Prísirnir eru eisini lækkaðir í nýtslubólkinum ymiskar vørur og tænastur, m.a. tí barnagarðspláss eru vorðin bíligari.

 

Mesti prísvøkstur seinasta árið hevur verið í nýtslubólkinum hotel og matveitara, 2,2 prosent.

 

Árligi prísvøksturin á matvørum var 1,2 prosent. Tað eru serliga prísirnir á frukt og breyði, sum hava ávirkað matvøruprísirnar uppeftir.

 

Annan ársfjórðing hækkaði brúkaraprístalið 0,4 prosent samanborið við fyrsta ársfjórðing. Mesti prísvøkstur hevur verið í nýtslubólkunum klædnavørur og fótbúnaður, 1,9 prosent, og hotel og matveitarar, eisini 1,9 prosent.

 

Mesta príslækking hevur verið í nýtslubólkunum innbúgv, húsbúnaður o.l, 0,6 prosent.

 

Brúkaraprístalið er nú 116,6 samanborið við 116,1 fyrsta ársfjórðing.

 

Myndin vísir prosentbroytingina í brúkaraprístalinum síðani sama ársfjórðing árið fyri.