KÍ 4 bóltar
NSÍ 2 bóltar
Fótbóltslagið var gott í Klaksvík í gjár, og nógvu KÍ fjepparnir í Norðoyggjum høvdu alla orsøk at fegnast: 2. deildarliðið tryggjaði sær gullkrónurnar leygardagin, kvinnurnar tryggjaðu sær FM heitið tíðliga seinnapartin í gjár, og við 5-1 ímóti NSÍ eydnaðist tað loksins flaggskipinum í Klaksvík at vinna á nýggja undirlagnum, sum ber fyritreytir við sær at spæla skjótt, hugflogsríkt og polerað. Í trimum teimum fyrstu royndunum vóru úrslitini ein javnleikur og tvey tap.
Tað var ikki alla tíðina polerað, men í 1. hálvleiki var tað intenst og spennandi, og NSÍ var fyrsta tíman rættuliga væl við. Sum 2. hálvleikur leið, var tað týðuligt, at heimaliðið hevði meiri at spæla fyri, og at ungu menninir vóru grammir og ágangandi, nú tað bar tann vegin, at trý týdningarmikil stig kundu stingast í posan, og at hóttanin av niðurflyting harvið ikki fór at verða so stór, sum hon undan vikuskiftinum hevði verið.
Hóast KÍ var frammanfyri 3-1 eftir 1. hálvleik, so tóktist munurin ikki at hava verið so stórur, og inntil heimaliðið setti hol á, tá ið knappliga hálvur tími var farin, reið tað um snarið.
Síðsta stóra korterið undan steðginum skoraði KÍ tríggjar ferðir. Miðverjin Oddmar á Lakjuni noyddist tíðliga skaddur av vøllinum. Høgni Madsen varð fluttur av miðvøllinum og aftur í miðverjuna, har hann saman við Jógvani Isaksen stóð seg væl. Bárður J. Heinesen varð skiftur inn longri frammi á vøllinum, og hann takkaði fyri álitið, tá ið hann eftir framlegging sneiddi framvið málverjanum og legði bóltin í málið.
Stórur KÍ fagnaður, og so gjørdi Kristoffur Jakobsen bart. Hann hevði ikki skorað síðani summarsteðgin, men í gjár kom glið á. Eftir átta minuttum skoraði hann tvær ferðir. Í fyrra førinum átti vinstri vongverjin, Monrad Holm Jacobsen, sum er uppaldur í NSÍ, málgevandi avleveringina, og í seinna førinum var tað síðuspælarin í vinstru, Álvur Fuglø Christiansen, sum rættuliga hevur spælt seg inn í hitan, ið legði upp.
Álvur F. Christiansen gjørdist ein av høvuðsleikarunum í 2. hálvleiki, tá ið hann fram ímóti dystarenda við tveimum málum staðfesti rimmar heimasigurin. Álvur vísti fínt tev fyri í røttu løtuni at renna úr borðinum og inn undir málið, tá ið sendingar vórðu lagdar úr høgru, og tað bar tvey mál við sær.
Ikki nóg svangir
NSÍ hevur so mangan staðið seg væl í Klaksvík, og størsta partin av 1. hálvleiki var tað einki, sum bendi á, at talan skuldi verða um stórtap.
Men sum fyri viku síðani, tá ið tað á heimavølli kiksaði í 2. hálvleiki ímóti ÍF, so fór dampurin av ballónini eftir steðgin. KÍ hevur knívin á barkanum. Tað hevur NSÍ ikki, og tað sæst. Einar T. Hansen minkaði um munin til 3-1 við fínum frísparki dygst undan steðginum, og so kundi tað roknast við, at gestirnir fóru at røra upp á seg.
NSÍ venjarin, Pauli Poulsen, tóktist ikki vera nøgdur við tað, sum hann hevði sær í 1. hálvleiki. Hann skifti veteranarnar Jónhard Frederiksberg og Helga L. Petersen út við yngri menn og umskipaði soleiðis, at Jens Joensen, sum hevði verið á verjukendum miðvallarplássi, varð fluttur aftur í miðverjuna, men einki hjálpti.
Heimaliðið var grammari og spældi við størri tyngd og broddi, og tað bar at enda trivaliga sigurin við sær, sum kann fara at vísa seg at vera munurin millum lív og deyð í bestu deildini.
---
35 ár síðani seinast
Tað er tiltikið, tá ið NSÍ fyrstu ferð spældi landskappingardyst í bestu deildini í Klaksvík. Tað var í 4. Umfari í 1976 ella fyri 35 árum síðani.
KÍ vann 10-1, men tað var NSÍ, sum legði seg framum. Málskjútti var fryntligi múrarin í Runavík, Ingolf Hansen. Tá skuldi ein av KÍ stuðlunum uttan fyri vøllin siga, at nú stóð illa til, tá ið tað ikki bar til at vinna ímóti uppflytarunum. Og so skoraði KÍ tíggju mál!
Ikki fyrrenn í gjár eydnaðist tað aftur KÍ at skora fimm ferðir ímóti NSÍ. Eina ferð áður hevur KÍ vunnið við fýra málum á NSÍ í Klaksvík. Í 1997 var úrslitið 4-0. Størsti NSÍ sigurin á KÍ var í 2003 í Runavík, tá ið úrslitið var 4-0.
--
Munur á málskjúttum
NSÍ eigur tveir av bestu málskjúttunum í bestu deildini. Klæmint A. Olsen hevur higartil í ár skorað 14 mál, og Christian Høgni Jacobsen hevur skorað 12 mál. Í fjør skoraði Christian Høgni 22 mál, og Klæmint skoraði 11 mál.
KÍ eigur ikki sovornar málslúkar. Kristoffur Jakobsen skoraði tvær ferðir í gjár, og nú hevur hann skorað 11 mál í landskappingini í ár. Hann er fyrsti føroyingur í KÍ troyggjuni, sum hevur skorað tvey siffrað tal av málum síðani í 2003, tá ið Hjalgrím Elttør skoraði 13 mál. Síðani hava fýra útlendingar, men eingin føroyingur skorað tvey siffrað tal av málum fyri KÍ: Rodrigo Silva 11 í 2008,
Paul Clapson 14 í 2007 og í 2006Paul Clapson 12 og Christian Lundberg 11. (faroesoccer.com)