Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, sum telist millum bestu leikararnar í íslendsku landskappingini, hevur í seinastuni drigist við ein skaða.
Talan hevur verið um ein skaða í hondini, har Gunnar Nielsen fyri 12 vikum síðani varð skurðviðgjørdur í hondliðnum.
Men nú gongur framá, og sambært Gunnari Nielsen sjálvum røkist fyri, at hann verður tøkur til landsdystin móti Andorra um ein mánað. Í einum posti á sosiala pallinum, Facebook, skrivar Gunnar Nielsen.
- 12 vikur síðan man bleiv opereraður og í dag blivu pinnarnir tiknir úr hondliðnum aftur. So nú gongur tað vónandi skjótt framá so man er heilt klárur til komandi landsdyst í Andorra 25. mars! Og ikki sørt at man gleðir seg til at sleppa at blaka seg runt í málinum aftur sum í hesum klippinum!
Klippið, ið Gunnar Nielsen sipar til, er frá einum dysti ímóti Ungarn á útivølli í 2015, tá Gunnar Nielsen hevði eina meistarliga bjarging móti endanum av dystinum.