Vit royna eftir førimuni at siga frá, hvussu ta? gongst hjá teimum, sum umbo?a føroyskan fótbólt uttanfyri landoddarnar. Enn eru teir ikki farnir undir íslendsku kappingina, men Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson hava longu spælt fleiri vikur í donsku superliguni, og nú hava Julian Johnsson og hinir í superliguni longu spælt tr? umfør.
Vi?hvørt er ta? stuttligt at siga frá avrikunum hjá føroyingunum uttanlands. Ikki minst tá teir hava skora? t?dningarmikil mál, tá teir hava veri? dagsins menn og tá teir hava veri? valdir á li?i? hesa vikuna.
Vi?hvørt er ta? ikki so hugaligt at siga frá. Ta? er tá ta? gongst meiri strilti?, og føroysku umbo?ini í Noregi og Danmark ikki gera seg galdani, solei?is sum bæ?i teir sjálvir og fótbóltshuga?ir føroyingar fegnir høvdu vilja?, at teir gjørdu.
Eftir sí?sta vikuskifti? kenna vit hesa seinnu stø?una. Julian Johnsson var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá Kongsvinger, og hann kom heldur ikki inn, tá teir spældu fríggjakvøldi?. Todi Jónsson var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá FCK, og hann kom ikki inn fyrrenn ta? resta?u 23 minuttir. Heldur ikki hesa fer? eydna?ist ta? hjá honum at skjóta mál, og vit mugu tískil framvegis sta?festa, at ta? ikki hevur eydnast Toda at skora í landskappingardysti í hesum árinum.
Jákup Mikkelsen var í málinum allar 90 minuttirnar, tá Herfølge vitja?i AGF í Aarhus. Jákup hev?i fleiri gó?ar bjargingar, men hann var eisini óheppin. Ta? var hann, tá AGF í 2. hálvleiki skora?i sigursmáli?. Bo Nielsen, sum er toppskjútti hjá AGF fekk bóltin umlei? 35 metrar úr málinum og úti í høgra bor?i. Hann leg?i til merkis, at Jákup var heldur uttarlaga staddur, og so sendi hann bóltin í einum bananboga rundanum føroyska málverjan og í máli?, og so komu ikki fleiri mál.
AFG spældi væl betri enn Herfølge, sum hevur tapt tær sí?stu f?ra fer?irnar í vár og nú dettur alsamt longri ni?ur móti ni?urflytingar strikuni. Ta? er kortini eingin vandi fyri, at teir fara at flyta ni?ur. AGF hev?i undan dystinum móti Herfølge keypt ein av bestu spælarunum hjá longu ni?urflutta B93. Hesin spælarin eitur Kenneth Christiansen, og hann var? skrásettur fyri 1-0 máli? hjá AGF. Hann og AGF vóru heppin í tí stø?uni, og Jákup Mikkelsen og Herfølge vóru óheppin. Eitt skot frá Michael Nonbo rakti í fyrrverandi B93 mannin og sn?tti harvi? fullkomuliga ein púra sakleysan Jákup Mikkelsen.
Ta? var ikki sambært spælb?ti?, at Jens Madsen eftir horna stúta?i Herfølge upp á 1-1, og so var ta?, at AGF fekk óhepna sigursmáli?.
Arbei?shandskarnir
Í sí?stu viku var? nógv skriva? og sagt um, at avrikini hjá FCK vóru meiri og meiri ússalig, og 1-0 tapi? í Viborg var? mett at standast av vánaligum avriki og ússaligum hugbur?i. Umbo? fyri spælararnar ásanna?u, at hetta var ikki nóg gott, og at teir skuldu strí?ast meiri, tá teir fingu vitjan av B93. Ásko?arar høvdu hótt vi? at blaka arbei?shandskar inn á vøllin fyri at geva til kennar, at nú skuldu spælararnir strí?ast meiri.
FCK vann 1-0, og ta? lætna?i hjá spælarunum, lei?sluni og teimum meiri enn tíggju túsund ásko?arunum, sum framvegis møta upp, tá FCK spælir í Parkini. Men ásko?ararnir vóru alt anna? enn nøgdir. Teir vilja hava, at FCK skal vísa polera? og hugflogsríkt spæl, og at teir skulu vinna sannførandi.
Hesa fer? vann FCK, men ta? var ikki vakurt og heldur ikki sannførandi. Máli? skora?i Thomas Thorninger, tá nítjan minuttir vóru eftir. Hann var trettan minuttir frammanundan komin á vøllin fyri David Nielsen. Brian Laudrup átti uppleggi? til máli?.
Kim Brink hev?i hesa fer? valt at spæla vi? tveimum onnum í fremstu rø?. Teir vóru Brian Laudrup og David Nielsen, sum í 1. hálvleiki hev?i fleiri gó?ar møguleikar, men ikki fekk mál. Thomas Thorninger kom fyrri inn enn Todi, sum loysti mi?vallaran Lars Højer av.
Verjan hjá FCK var einki at rópa hurrá fyri, og B93 kundi væl havt skora? í 1. hálvleiki. Fram móti endanum hev?i FCK fleiri møguleikar, men Thorninger, Todi og Laurdup fingu ikki mál, tá teir vóru rættuliga leysir.
D?ra bi?judag skal FCK til Aalborg, og sunnudagin fær Herfølge vitjan av Silkeborg. Mikudagin í komandi viku skulu Jákup og hinir í Herfølge spæla í Parkini móti Toda og hinum í FCK.
Sunnukvøldi? leg?i trífalda meistarali?i? úr Brøndby seg á odda í kappingini um DM, sum endar mikudagin 16. juni. Brøndby vann 3-0 á heimavølli móti AB, og nú eru hesi bæ?i li?ini jøvn í oddinum vi? 47 stigum, men Brøndby hevur betri málmun.
Kongsvinger blankir
Í Noregi hava teir í Kongsvinger vóna?, at teir í ár skuldu sleppa undan hóttanini frá ni?urflytingarstrikuni. Men enn sær einki út. Norska tippeligan er tr? umfør gomul, og Kongsvinger hevur enn einki stig fingi?.
Fríggjadagin vóru teir á útivølli móti Brann, sum vann 5-4, eftir at Kongsvinger hev?i veri? á odda 3-2, tá ta? var hálvleikt. Julian Johnsson var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá Kongsvinger, og hann kom heldur ikki inn. Kongsvinger liggur tri?ji ni?ast. Teir og tvey onnur li? hava enn einki stig fingi?, og ta? er neyvan sannlíkt, at teir fáa stig næstu fer?, tí tá fáa teir vitjan av Rosenborg, sum av mongum ver?ur mett sum besta fótbóltsli?i? í Nor?urlondum.