Skúlin í Fuglafirði er fyri stórari útbygging, og saman við mongum fasilitetum og umstøðum, sum næmingarnir við skúlan fáa við útbyggingini og dagføringini av eftirverandi skúla, verður her eisini bygd ein nýggj og stór leikhøll.
Soleiðis, sum viðheftu myndir vísa, ið Johann Dávason Clementsen tók herfyri, verður í løtuni arbeitt við at tekja ein part av stóru skúlaverkætlanini.
##med2##
Á aðrari mynd við sama myndatakara gera teir eisini í holt við at tekja nýggja ítróttarhúsið í Fløtugerði, sum kommunan eisini letur byggja.
At tekja verður løgd á nýggja ítróttarhúsið, er í samsvari við tað, sum byggifyritøkan Heildarverk, ið stendur fyri hesum partinum av verkætlanini, áður hevur sagt.
- Málið hjá okkum er, at ítróttarhúsið skal standa innilokað, áðrenn veturin kemur. Okkara partur av byggitíðini verður eitt ár, og tað skal ganga væl, um hetta skal eydnast.
Torfinn Nón, annar av eigarunum av Heildarverk, hevur áður sagt við In.fo, at teir í fyritøkuni trúgva upp á, at ítróttarhúsið kann standa innilokað, áðrenn veturin kemur.
- Sambært tíðarætlanini skal niðasta hædd í bygninginum verða liðug og takast í nýtslu, tá fótbóltskappingin byrjar aftur næsta ár, leggur hann aftrat.
Nýggja ítróttarhúsið í Fløtugerði er 33 metrar langt og 11 metrar breitt. Tær báðar niðastu hæddirnar verða fullar, meðan triðja og ovasta hæddin verður nakað minni.
##med3##