Tað hendir nógv í Tvøroyrar kommunu

Jólatræið verður tendrað á Tvøroyri ein mánað fyri jólaaftan, og jólahugni verður í viðarlundini í Trongisvági leygardagin 7. desember.

 

 

Tað er Sólfríð Bech, sum starvast á kunningarstovuni – ella Visit Suðuroy á Tvøroyri. Hon byrjaði í starvinum hin 1. august í ár, og áðrenn tað var hon sølusamskipari hjá Strandfaraskipum Landsins. - Mínar royndir vísa, at samstarvið um ferðavinnu er gott í Suðuroy, bæði millum okkum her á Tvøroyri og í Vági og millum ferðaskrivstovurnar og ymisku veitararnar í oynni, sigur kunningarleiðarin.

Enn eru ikki øll tiltøk, sum verða í november og desember í kommununi, løgd í fastar rammur, men greitt er longu nú, nær fleiri av tiltøkunum verða.

Kunningarleiðarin sigur, at jólatræið verður tendrað seinnapartin sunnudagin hin 24. november. Jólamenn bjóða jólapakkar, og kommunan bjóðar bollar og kakao, eins og Tvøroyrar Hornorkestur fer at seta sín dám á tiltakið.

- Stóra og hugnaliga løtan, sum serliga børnini gleða seg til, verður, tá jólaskipið kemur á Tvøroyri, og tað verður seinnapartin leygardagin hin 21. desember. Hesaferð hava jólamenninir leigað Thorshavn, og tað verður eitt væl pyntað skip við nógvum jólamonnum, sum leggur til bryggju tríggjar dagar fyri jólaaftan.

Eisini hesaferð fara jólamenninir at hava okkurt gott við til børnini, sigur Sólfríð Bech.

Fríggjadagin hin 29. november verður tiltakið Black Friday, tá handlar og matstøð í kommununi fara at hava leingi opið í býnum. - Hetta tiltak dregur nógv fólk og setir rættiligt lív í býin, tí hetta er eisini kvøldið, tá handlarnir hava góð tilboð.

Fríggjakvøldið, tá Black Friday verður, verður eisini eitt dialektkvøld í Salt, har Jógvan í Lon, professari í málfrøði og Rakul Skaale, BA í føroyskum, fara at halda fyrilestrar. Kári Jespersen fer eisini at halda ein stuttan fyrilestur. Á kvøldinum í Salt verður panelprát um dialektir og dialektnýtslu, og her verða eisini tónleikainnsløg við dialektkendum dámi.

Sólfríð Bech sigur, at leygardagin hin 30. november – ella dagin eftir Black Friday – fer bólkurin Hamradun at hava útgávukonsert í Salt. Útgávukvøldið verður eisini Hanus G. Johansen við, og hann fer eitt nú at framføra kend løg og tulkingar av yrkingum hjá eitt nú Poul F. Joensen.

Eitt annað forvitnisligt og hugnaligt tiltak, sum verður í Tvøroyrar kommunu, er jólahugni í viðarlundini í Trongisvági, sum verður leygardagin hin 7. desember. Her verður felagssangur, jólamenn koma framvið og bjóða karamellur, og fólk fáa bollar og leskandi.

- Ymiskt annað verður eisini í Tvøroyrar kommunu, nú vit skjótt koma inn í jólamánaðin, og eisini verða ymisk tiltøk í Salt, sum lesast kann um á heimasíðuni www.salt.fo, umframt at vit eisini fara at kunna neyvari um tiltøk á okkara Facebook-síðu - Visit Suðuroy á Tvøroyri - sigur Sólfríð Bech, kunningarleiðari.

##med2##