Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt, og løgreglan hevur havt úr at gera, tí fleiri ferðir eru fólk komin til ilnar, og eru farin til hendurs. Men ongin fekk nakað serligt av skaða kortini, tí talan varð ikki til meiri enn um blá eygu og prus.
Í Klaksvík varð ein maður sligin í andlitið á alfaravegi. Hann varð koyrdur á skaðastovuna og løgreglan fer aftur at tosa við hann í kvøld at vita um grundarlag er fyri at gera meiri burtur úr.
Eisini í miðbýnum í Havn komu tveir mans til ilnar, har mátti løgreglan upp í at skilja sundur. Menn høvdu fingið skeinir, men meiri verður ikki gjørt burtur úr, tí teir báðir bardagakropparnir høvdu alt annað enn hug til at blanda løgregluna upp í.
Í Miðbýnum í Havn tók eisini hópbardagi seg upp, og so vóru aftur boð eftir løgregluni at skilja sundur. Tað eydnaðist, og fyribils verður ikki gjørt meiri burtur úr, tí eingin sá út til at hava fingið nakran løst av týdningi, sigur løgreglan.
Ein triði bardagi tók seg upp í Klubbagarðinum í Havn, men eisini har kom løgreglan upp í, og fekk skilt sundur, áðrenn nakar skaði stóðst av.
Men Løgreglan hevði eisini aðrar uppgávur í nátt. Ein maður gekk við berum yvirkroppi í miðbýnum, í Havn, men tað var nakað kølið til tað, so hann varð koyrdur til húsar. Og ein maður rætti løgreglufólki longutong, tað verður ikki góðtikið, so hann fær eina bót fyri tað.
Norðanfyri hevur Løgreglan eisini kanna ferðsluna, men har koyrdi ongin skjótari enn loyvt er, og allir bilførararnir vóru edrúir.