- Tað hjálpti at eg fór út

Hans Pauli Samuelsen, sum varð útskiftur í hálvleikinum, heldur skemtiliga fyri, at tað bøtti um støðuna, at hann ikki var á vøllinum eftir steðgin. Hann var skaddur í mjødnini.

Hann er sjálvsagt vónbrotin av úrslitinum seinnapartin. HB vann 3-2 á EB/Streymi.

 

- Vit eru als ikki tilreiðar frá byrjan. Besta dømið er, at teir fáa eitt brotsspark eftir bara trimum minuttum. Vit spæla ikki serliga væl í fyrra umfarinum, men vit eru meira ágrýtnir í seinna hálvleiki. Tað hjálpti, at eg fór út, sigur hann skemtandi.

 

Jón Krosslá Poulsen, HB, var leikbannaður hesaferð. Hann letur væl at avrikinum hjá Hendrik Rubeksen, sum loysti hann av sum framherji.

 

- Hann var sera raskur, og stóð seg sera væl. Hendrik loysti uppgávuna til fulnar, sigur Jón Krosslá Poulsen.