Tað kókar altíð kring varmakeldueið

Fuglfirðingar hava góð minni frá fyrstu grannauppgerðini í ár

Tað var altíð nakað heilt serligt, tá ið ÍF og GÍ brustu saman. Nú eru tað átta ár síðani, at GÍ fór í søguna, men tað er framvegis nakað serligt, tá ið grannauppgerðin er á skránni. Nú eru tað gøtumenn og leirvíkingar, sum í Víkingi kappast við fuglfirðingar og ÍF.

 

Seinnapartin hittast grannarnir í Sarpugerði. Í triðja umfarið endaði tað 2-2 í Fløtugerði í Fuglafirði. Hóast tað í nógvum teimum fyrstu umførunum gekk striltið, so vóru fuglfirðingar sera væl nøgdir við avrikið tann 20. mars.

Hósdagin gekk tað ikki eftir vild – hvørki hjá ÍF ella Víkingi. Fuglfirðingar tapta ÍF 2-0 á heimavølli ímóti NSÍ, og Víkingur megnaði bara 2-2 á útivølli ímóti B68.

 

Hjá Víkingi hevur tað stóran týdning, at Sølvi Vatnhamar er tøkur aftur eftir leikbann, og nú man fara at nærkast, at Hans Jørgen Djurhuus verður millum teir fyrstu ellivu. Ímóti B68 varð hann eftir langan skaðasteðg fyri fyrstu ferð í ár skiftur inn.

 

Hjá ÍF hava Dánjal á Lakjuni og Poul Nolsøe Mikkelsen verið so mikið skaðadarvaðir, at teir hava ikki verið førir fyri at spæla. Teir vera báðir á dómaraseðlinum ídag.