Tað kókar í Hoyvík

Hondbóltur: Lagið er gott hjá hoyvíkingum í løtuni. Umframt at næstbesta lið felagsins fríggjadagin framdi eitt satt bragd við at spæla seg í steypafinaluna, so megnaði besta lið teirra í gjár at spæla seg í eina sera góða støðu í mun til at røkka FM-finaluni, tá ið teir vendu einum hóttandi tapi og vunnu 25-22.

Næstbesta liðið hjá H71 gjørdi við 27-24-sigri av við KÍF og harvið óvæntað sendi oddaliðið í Atlantic Airways-deildini út í kuldan. Hoyvíkshøllin var stúvað við áskoðarum, tá ið eykaliðið hjá H71 fríggjadagin hevði møguleikan at spæla seg í steypafinaluna. Teir vóru væl við eftir at bara hava tapt við einum máli, nevniliga 28-29, ímóti KÍF í fyrru hálvfinaluni, og eftir eitt megnaravrik á heimavølli hevur eykaliðið hjá H71 nú spælt seg í steypafinaluna.

Skiftandi leiðsla
Størsta partin av fyrra hálvleiki var tað H71, sum setti støðið og lat KÍF renna aftaná. H71 var fyri tað mesta á odda við einum ella tveimum málum. Serliga vóru tað Halgir Dahl Olsen við góðum skotum, Esbern Patursson við góðum fótskifti og Poul Kjartan Dam við góðum vongspæli, sum bóru H71 fram hesa løtuna, meðan frálíkar yvirgongdir hjá KÍF vóru við til at lata H71-verjuna upp og lá KÍF á henda hátt og lúrdi allatíðina. KÍF fekk heilar tríggjar útvísingar í fyrra hálvleiki – allar meiri ella minni neyðugar og í eini roynd at halda einum stórspælandi Halgir Dahl Olsen frá dundurskotunum.
Seint í fyrra hálvleiki spældi verjan hjá KÍF spældi seg upp, samstundis sum H71-álopið var um at gerast tómt fyri nýggjum hugskotum, og so rann KÍF avstað og legði seg á odda 14-10. Flestu av hesum málunum komu umvegis skjótálop. H71 gav tó ikki upp og kom upp á javnt 14-14, áðrenn KÍF gjørdi tað til hálvleiksstøðuna 15-14.

Komu sterkt aftur
Hoyvíkingar vardu væl frá byrjan í seinna hálvleiki og álopsspælið hjá KÍF bleiv nakað fløkt, men við góðum skjótálopum hildu teir leiðsluni væl og eina løtu vóru á odda við trimum málum. Tá fann blaðungi Tóraldur Kollsker í H71-málinum stórspælið fram og gav liði sínum møguleikan at koma inn aftur í dystin. Teir tóku av og tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, høvdu teir vunnið seg upp á javnt 19-19. Liðini fylgdust fram til 22-22, tá ið H71 legði seg á odda 25-22 og fekk høllina fullkomiliga upp á kók. KÍF visti sær ikki livandi ráð, spældi ótrúliga illa og skoraðu ikki eitt mál í næstan 10 minuttir, og við hesum ivasama avrikinum mugu teir bara takka fyri seg í steypakappingini og staðfesta, at eykaliðið hjá H71 við 27-24-sigrinum vinnur samanlagt 45-43 og hevur tryggjað sær pláss í steypafinaluni, har Neistin bíðar teimum.
Steypafinalan verður spæld á Hálsi í Havn 11. februar.

Opið stríð
Sunnukvøldið hevði H71 vitjan av VÍF, og vunnu hoyvíkingar henda dystin, løgdu teir seg ógvuliga væl fyri í FM-stríðnum. VÍF var nevniliga beint frammanfyri undan dystinum, og við sigri kundi teir koma bara eitt stig frá teimum – umframt at hava spælt ein dyst færri.
Í fyrra hálvleiki var eitt ungt H71-lið á vøllinum, meðan profilar sum Bogdan Florea, Jens á Skipagøtu og Dánjal Tórgarð sótu á beinkinum. H71 hevði trupult við standa VÍF mát allastaðni runt á vøllinum, og var tað eisini VÍF við tryggari leiðslu, sum fór til hálvleiks á odda 14-9.
Nógv skuldi venda áðrenn H71 skuldi lima seg inn aftur í dystin, men í seinna hálvleiki hendi eisini nógv.

Koppaðu dystinum
Hóast tryggu hálvleiksleiðsluna, so hevði VÍF sera trupult við at fáa spælið at koyra í seinna hálvleiki, og á henda hátt kom leiðsla teirra í vanda. Eisini innskifti veteranurin, Jens á Skipagøtu, stóð væl í H71-málinum og gav liði sínum møguleika at koma inn aftur í dystin. Í stóran mun tóku teir eisini av hesum møguleikanum í álopinum, og tá ið hálvleikurin var hálvrunnin, hevði H71 javnað til 19-19. Serliga var tað Bogdan Florea, sum av álvara tók ábyrgd og langaði ein bólt fyri og annan eftir í netið.
VÍF royndi seg við at verja Bogdan Florea, men hetta fekk aðrar partar av H71-álopinum at rigga væl, kanska serliga innspælið til strikuna, og fimm minuttir fyri leiklok kom H71 á odda á fyrsta sinni, 22-21. VÍF javnaði, men avgjørdari vóru hoyvíkingar í endanum og við trimum málum uttan aftursvar vunnu teir dystin 25-22.
Við sigrinum hevur H71 vunnið seg upp á 14 stig, og eru teir beint í hølunum á VÍF og Neistanum, sum hava 15 stig. H71 hevur tó leikt ein dyst færri og kann við einum sigri í tí dystinum leggja seg á finalugevandi 2. plássið.

[email protected]