Løgmaður er maður við ymsum gávum.
Umframt at hava verið málmaður hjá HB, selt bilar hjá Reyniservice, selt fisk fyri Fiskasøluna og fyri sína egnu fiskasølu, so hevur hann eina fortíð sum sangari.
Tað var í sjeytiárunum, at hann var sangari í einum poppbólki, sum í øllum førum var kendur á Venjingarskúlanum. Bólkurin æt Fireballs, og tað vóru floksfelagarnir Mortan Borgarlíð, sum doyði í 1983, Ragnar Martin Egholm, Kaj Leo Holm Johannesen, Rúni Árting og Heini Mikkelsen, sum mannaðu hendan bólkin.
Mikudagin 17. desember verður hátíðarhald á Venjingarskúlanum í sambandi við, at skúlin fer í søguna sum sjálvstøðugur skúli og verður lagdur saman við Tórshavnar kommunuskúla til Vesturskúlan.
Á hesum hátíðarhaldi verður nógv spennandi á skránni – og fleiri fyrrverandi næmingar fara at syngja og halda røður, eitt nú Terji Rasmussen, Kári B. Jacobsen og Eyð B. Jacobsen. Sigrún Brend, Suni Merkistein og Marjun Kjelnes fara eisini at halda røðu.
Sum krúnuna á verkið hendan dagin kundu tey sent boð eftir løgmanni og fingið hann at sungið fyri fyrrverandi og núverandi næmingum. Tað hevði verið dagur í viku.
Nú er hugskotið í øllum førum latið víðari til fyrirreikararnar ;-)
Les eisini: Alment minningarhald fyri Kommunuskúlanum
Les eisini: Minnast Venjingarskúlan nú hann fer í søguna