Tað koppaði úteftir á Skála

Tá ið tað reið um snarið, vóru tað gestirnir av Toftum, sum fóru við øllum av Skála, har heimaliðið nú hevur spælt í 270 minuttir uttan at skjóta mál

SKÁLA?B68

Tríggjar dystir, einki stig og málmunin 1?5. Tað er úrtøkan hjá skálamonnum. Tað vil við øðrum orðum siga, at teir hava spælt í tríggjar ferðir 90 minuttir, uttan at teir hava megnað at skora mál. Einasta málið, sum teir hava fingið, sygrdi GÍ fyri mikukvøldið.
Í heimadystinum ímóti B68 hevði Skála enn eina ferð fleiri innlegg, uttan at tey nógvu vóru serliga vandamikil. Albert Sævarsson í B68 málinum er stinnur í luftini, og ta einu ferðina, tá ið skálamenn vóru rættuliga vandamiklir, stórbjargaði íslendski málverjin og vísti harvið, hvussu sera týdningarmikið tað er hjá einum liði at hava ein klassamálverja. Tólv minuttir vóru farnir av seinna umfarinum, tá ið Hanus Thorleifsson slapp til baklinjuna í høgru, hann spældi skrátt út frá til Jónhard Frederiksberg, sum úr átta metra fjarstøðu fekk tamarhald á bóltinum og smekkaði til. Men B68 málverjin bjargaði ógvuliga væl, og harvið var størsti heima møguleikin farin.
Sigursmálið fekk B68, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Fróði Benjaminsen, sum eitt vet til vinstru og við stórari ferð kom í brotsteigin, spældi eitt tvey við Súna Fríða Johannesen, og tá ið mótstøðumaður royndi at takla og nært við beinini hjá landsliðsmanninum, so lá hann flatur. Jens Petur Brattalíð peikaði á ellivu metra blettin, eingin hevði orsøk at mótmæla, og Dánial Hansen var púra kaldur, tá ið hann við innaru síðuni trillaði bóltin í mótsatta borði av tí, sum Eugen Voda tveitti seg.

Uppstillingin eftir manningini
Tey seinastu árini eru alt fleiri lið farin frá trimum miðverjum og við dýpd í og til at spæla við fýra spælarum í flatari verju. Ofta tykist hugburðurin vera, at tað gera stóru liðini í sjónvarpinum, og so er tað in.
Eingin ivi er í, at fløt verja við fýra spælarum hevur betri fyritreytir fyri fleiri møguleikum í sjálvum spælinum við sær. Men tað eigur altíð at vera soleiðis, at spælskipingin verður løgd eftir fólkinum, sum er tókt. Soleiðis tykist tað ikki altíð at vera.
Í fjør royndi B68 sum oftast við flatari verju, og tað hava teir eisini gjørt í steypakappingini og í fyrsta umfarinum í landskappingini. Á Skála var Arnbjørn Danielsen við fyri fyrstu ferð, og venjarin valdi 3?5?2 spælskipanina. Hans Fróði Hansen var aftastur, og tað sást væl á avrikinum hjá honum ? serliga í 1. hálvleiki ? at hann ikki var heilt uppi á dubbunum. Tvær ella tríggjar ferðir var um uppi í kiksaðum uppspæli, sum bar næstan møguleikar við sær til lættbeintu Jónhard Frederiksberg og Alexandur Johansen. Dánial Hansen og Arnbjørn Danielsen vóru tryggir eftiransarar, og í 2. hálvleiki, tá ið Skála fyrstu løtuna hevði takið, riggaði B68 miðverjan væl.
Hjá B68 hevði álopsspælið lyndi til at detta í vinstra borð. Øssur Hansen var á miðvøllinum og hevði nógv meiri sentralan leiklut, enn hann hevur havt. Hann og Fróði Benjaminsen stóðu sterkir í myndini, meðan yngru framrættaðu menninir hesa ferð høvdu torførari við at blanda seg uppí.

Punkteraðu seg sjálvar
Undan steðginum reið tað støðugt um snarið. Bæði liðini vístu vilja, men ov ofta stóðuast spentar støður av kiksaðum uppspæli og snarligum mótálopum, tá ið verjurnar ferð eftir ferð vóru um reppið at verða yvirspældar.
Eftir steðgin hevði Skála hug at trýsta, uttan at teir vórðu serliga vandamiklir, og uttan at miðvallarspælið hesa ferð hekk so væl saman, sum tað hevur gjørt undanfarnu ferðirnar. Tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, fekk Alexandur Johansen reytt kort fyri hevnisøku ímóti Fróða Benjaminsen, sum hevði gjørt fríspark til gult kort ímóti honum. Tá tóktist møguleikin hjá Skála at vinna so við og við at hvørva. B68 gjørdist vandamikið, og so eydnaðist teimum at fáa sigursmálið í uppgerð, sum hvat uppløgdum málmøguleikum viðvíkur annars kundi havt endað málleys.

Skála?B68 0?1 (0?0)
0?1: Dánial Hansen 80.
Dómari: Jens Petur Brattalíð
Skála: Eugen Voda ? Agnar Højgaard (Rói Jacobsen, 85.), Pauli G. Hansen, Dusan Jaic, Arnhold Berg ? Hanus Thorleifsson (Pétur Geir Svavarsson, 77.), Alexander Jovevic, Sveinur Justinussen, Bogi Gregersen ?? Jónhard Frederiksberg, Alexandur Johansen
Gult kort: Agnar Højgaard
Reytt kort: Alexandur Johansen 69.
B68: Albert Sævarsson ? Dánial Hansen, Hans Fróði Hansen, Arnbjørn Danielsen ? Jóhan Petur Poulsen (Bogi Petersen, 77.), Fróði Benjaminsen, Jan Ingi Petersen, Øssur Hansen, Øssur Jacobsen ? Súni Fríði Johannesen, Kristian Anton Andreassen (John Heri Dam, 61.)
Gult kort: Jóhan Petur Poulsen, Fróði Benjaminsen