Vit høvdu vónað at fáa eina menningarkvotu – um ikki annað sum eitt herðaklapp. Soleiðis helt Marner Lisberg, nevndarlimur í Varðanum Pelagic, fyri á fólkafundi í Havn um vikuskiftið.
Hann sipaði til, at Varðin Pelagic nú hevur brúkt minst 80 milliónir upp á at gera eitt virki afturat á Tvøroyri við tí endamáli at gera surimi burtur úr svartkjafti. Skulu vit tosa um at virðisøkja svartkjarft, er tað helst tann gongda leiðin, sigur Marner Lisberg.
Í hesum sambandi søktu tey um menningarkvotur til svartkjaft Men tey fingu onga kvotu og Marner Lisberg sigur, at ein grundgeving hjá nevndini, sum útlutaði menningarkvoturnar, var, at hon hevði ikki álit á, at lønandi rakstur fæst í at virka surimi á landi.
Og nú vildi Marner Lisberg hava at vita frá løgmanni, hvørja støðu, Javnaðarflokkurin hevur til eina slíka verkætlan.
– Tá ið eitt felag er sinnað at gera íløgur fyri 80 milliónir, er tað meint í álvara, og um ikki annað hevði tað verið eitt herðaklapp frá almennu Føroyum at vit fingu eina menningarkvotu, sigur Marner Lisberg.
Aksel V. Johannesen segði, at ein nevnd varð sett at luta menningarkvoturnar út og tað høvdu politikarar onga ávirkan havt á. Tað var við vilja, tí talan skuldi ikki vera um politiska útlutan av menningarkvotum, tí tær skuldu útlutast eftir fakligum fortreytum. Tað var fyri at sleppa undan skuldsetingum um politiska útlutan, leggur hann afturat.
Sjálvur visti løgmaður einki um, hvørjar umsóknir vóru komnar inn um menningarkvotur. Men hann ásannði, at trúðu tey á Tvøroyri upp á eina slíka ætlan, trúði hann eisini upp á hana.
– Varðin hevði neyvan gjørt eina íløgu upp á 80 milliónir uttan at tað var í eini sannføring um, at tað ber til, legði Aksel V. Johannesen afturat.
Eftir tí, hann hevði frætt var tað eisini ein orsøk, at Varðin varð eitt felag, sum var so fíggjarliga sterkt, at tey høvdu ráð at keypa sær svartkjaft til virkið. Marner Lisberg vísir á, at tað eru eisini aðrir eigarar í Varðanin enn Varðin Pelagic og tí ber ikki til hjá einum partaeigara at fara í kassan hjá felagnum eftir fígging at keypa kvotur fyri.
Fæst ein lønandi vinna burtur úr eini verkætlan, sum hesari, fer tað at kollvelta føroyska uppsjóvarvinnu, tí tá verður virðið av okkara tilfeingi av svartkjafti í minsta lagi tvífaldað, og nettupp svartkjaftur er okkara størsta tilfeingi, helt Marner Lisberg fyri.