Tann 1. januar í ár búðu 52.124 fólk í Føroyum, og tað er tað mesta, sum nakrantíð hevur búleikast her.
Sostatt vaks fólkatalið 822 fólk í fjør og tað er ein vøkstur upp á 1,6 prosent.
Hagstovan sigur, at ein orsøk til vøksturin er, at tað 272 fleiri børn fødd enn tað vóru fólk, sum doyðu og tað svarar til ein triðing av fólkavøkstrinum. Hin orsøkin er, at tað flutti 550 fólk fleiri til Føroya enn tað fluttu út Føroyum, og tað eru tveir triðingar av fólkavøkstrinum.
##med2##
Hagstovan sigur, at gongdin er, at síðan fólkatalið fór at vaksa aftur um ársskiftið 2013 – 2014, tá vit vóru umleið 48.300 í tali, er vøksturin í fólkatalinum spakuliga øktur, soleiðis at nú leggjast útvið 70 fólk afturat mánaðarliga.
Og tey leggja afturat, at tað er einki sum bendir á, at gongdin fer at venda. Hetta kemur serliga av, at síðstu árini eru, sum heild, alsamt fleiri fólk flutt til Føroya og alsamt fleiri fólk eru flutt úr Føroyum.
Hinvegin eru ongar serligar broytingar í talinum á børnum, sum verða fødd og í talinum á fólki, sum doyggja.
Rákið hevur verið, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið í eini rættiliga fastari legu um 95 – 100 fólk um mánaðin.
Hinvegin er tilflytingin vaksin rættiliga støðugt øll árini síðani 2011 úr góðum 100 fólkum upp í stívliga 140 um mánaðin.
Hagstovan sigur, at seinastu árini eru eini 55 - 60 børn fødd í Føroyum um mánaðin og og talið á deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og er um 30-35 mánaðin.