Tríggir teir størstu hólmarnir í Føroyum eru Tindhólmur, Mykineshólmur og Trøllhøvdi. Felags fyri hesar er, at her gongur seyður.
Umleið ár 1600 var tað ein familja úr Bergen, rópt Beckenstock, sum átti alla jørðina í Sørvági, eisini Tindhólm. Kongur sendi ein umboðsmann til Sørvágs, kallaður Severin. Maðurin tók jørðina frá Beckenstock, seldi hana til sørvingar, og kongur fekk pengarnar.
Jørðin í Sørvági var tá býtt í tríggjar hagapartar – Úttriðingar (16 merkur), Suðurtriðingar (16 merkur) og Norðurtriðingar (16 merkur).
Tindhólmur er tvær merkur og hoyrdi tá til Norðurtriðing.
Umleið ár 1620 var tað ein Rasmus Steffensen, sum átti tvær merkur í Norðurtriðingi. Teir sótu illa um sátt, og tí varð gjørt av at býta Rasmus frá, so hann fekk Tindhólm. Treytin var tó, at Rasmus skuldi flyta út í Tindhólm og ongantíð koma aftur til Sørvágs.
Hann tók av, og Rasmus og familjan búðu í Tindhólmi í umleið 15 ár, tá tey fluttu til Gásadals.
Tindhólmur varð tá seldur løgmanni í Sandavági, og síðan tá hevur eingin búð her.
Jørgen Niclasen, sum er ein av limunum í hagastýrinum fyri Tindhólm, vísir á eina kenda søgn sum sigur, at ein ørn búði í Arnatindi í Tindhólmi.
- Ein dagin, tá maðurin var á útróðri, hevði konan sett yngsta barnið út um at sova. Ørnin fleyg úr tindinum og tók barnið upp aftur á tindin. Mamman fór til fjals og upp á tindin, men tá hevði ørnin pikkað eyguni úr barninum.
Søgnin sigur, at hon er einasta menniskja, sum hevur rokkið á tindin.
- Seinnu árini hava klintrarar tó verið har uppi, eitt nú Linda, dóttir okkara, leggur Jørgen aftrat.
Lydia Laksafoss hevur granskað í hesi søgn. Hon er komin eftir, at søgnin kann vera sonn - at tað vóru Rasmus og Anna, sum fyrst í 1600-talinum mistu eitt barn í Tindhólmi.
Í 1800-talinum átti Hoyvíksgaður Tindhólm. Í 1880 áttu teir eina slupp, sum gekk burtur. Tá valdu teir at selja helvtina av Tindhólmi fyri 6.400 krónur.
- Oldurabbi mín keypti. Árini eftir seldu teir restina, og tveir bøndur í Bø keyptu. Prísurin var hin sami. Í dag eru allir eigararnir arvingar hjá hesum trimum.
Jørgen sigur, at nógv er selt gjøgnum árini, men hóast tað ikki er nakað krav, er alt selt innan familjurnar, og í dag eru 20 eigarar.
Tindhólmur er tveir kilometrar langur og 262 metrar høgur. Hólmurin er skipaður við, at hagafundur velur hagastýrið við trimum limum og hagamanni.
Erik Heinesen í Bø er hagamaður og formaður í hagastýrinum. Hinir limirnir eru Jørgen Niclasen og Jóannis Niclasen úr Miðvági.
##med2##
Í Tindhólmi eru 48 áseyðir, sum plaga at geva umleið 55 lomb um árið.
- Í mínum ungu døgum vóru 60 áseyðir, og vit fingu bert 50 lomb. Vit hava skorið niður og fáa nú fleiri lomb. Um summarið hava vit eisini 18 veðrar har úti.
Fyrr var vanligt at hava neyt og kálvar har úti. Men seinastu 50 árini hava eingir kálvar verið í Tindhólmi.
- Trupuleikin var, at flestu kálvarnir fóru fyri bakka.
Í ár roynir Jørgen aftur við tveimum kálvum. Nú hevur hann el-hegn og fær soleiðis hildið kálvunum burtur frá bakkanum.
- Kálvarnir trívast væl, sigur hann.
Á fløtunum er høgt gras av øllum handa slag, sum seyðurin ikki vil hava.
- Endamálið er at fáa kálvarnar at eta grasið av, so vónandi kemur grøði uppaftur, sum seyðurin vil hava, leggur Jørgen Niclasen aftrat.