Politikararnir lurta ikki eftir ávaringum og tískil kynda teir enn meiri undir ein búskap, sum longu er glóðheitur.
Tað staðfesta tey í Vinnuhúsinum í morgun. Tey vísa á, at hóast bæði Búskaparráðið, Danski Tjóðbankin og Føroya Arbeiðsgevarafelag, hava víst á, hvussu stórar trupulleikar tað nógva virksemi í Føroyum elvir til, sær hetta ikki út til at rína við politisku skipanina, sum kyndir enn meira undir glóð heita búskapin.
Í oktober í fjør var arbeiðsloysið 0,8 prosent, og hetta er lægsta arbeiðsloysið, sum nakrantíð er skrásett í Føroyum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fleiri ferðir víst á, at vinnuni tørvar arbeiðsmegi fyri yvirhøvur at kunna fylgja við tí stóra eftirspurninginum sum er eftir at fáa ymsar verkætlanar framdar.
Men heldur enn at tálma ferðini, og heldur enn at gera tað lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, hevur Løgtingið skrúvað enn meira frá í fíggjarlógini fyri í ár, sum varð samtykt í Løgtinginum, beint fyri árskiftið.
– Í fíggjarlógini í ár veksa útreiðslurnar hjá landskassanum 406 milliónir krónur og sostatt verða útreiðslurnar 8,3 prosent hægri enn tær vóru á fíggjarlógini fyri í fjør.
Frá 2015 til 2018 var hækkaðu útreiðslurnar hjá landskassanum góð 4 prosent í miðal.
– Vøksturin í rakstrarútreiðslum í 2020 er sostatt meira enn tvær ferðir so høgur sum milalvøksturin hesi seinastu árini, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Harumframt er útreiðslurnar til íløgur eisini munandi hækkaðar, tí tær eru eru 64 milliónir, ella góð 16,8 prosent hægri í ár enn tær vóru í fjør.
Arbeiðsgevarafelagið vísir eisini á, at fíggjarætlanirnar hjá kommununum fyri í ár, eru ikki tøkar enn, men sum skilst hava onkrar kommunur ætlanir um at taka lán í ár.
Í fjør høvdu kommunurnar stórt hall á fíggjarætlanum. Saman við soltna avlopinum á løgtingsfíggjarlógini, eru útlit fyri, at tað aftur í ár verður stórt hall á fíggjarætlanunum hjá Landi og kommunum.
– Hetta er í allarbestu tíðum, at land og kommunur seta seg í skuld ístaðin fyri at leggja til síðis og bjálva almennu kassarnar til verri tíðir tá ið búskapurin fer at kólna aftur, og soleiðis at tað almenna tá hevur rásarúm fyri at skumpa undir búskaðin.