Tað rapaði inn í Vestmanna

Hondbóltur: Tá Stjørnan í fyrsta dystinum í ár vann á meistarunum úr Kyndli sá út til at okkurt stórt var á veg í Klaksvík, men síðani er tað steðgað upp. Tær fingu einki við sær úr Vestmanna heldur. VÍF vann 24-20

Hondbóltskappingarárið hjá kvinnunum byrjaði eitt sindur undarliga í ár. Stjørnan gav Kyndlakvinnum ein ordans hvøkk tá tær vunnu fyrsta dystin á árinum. Í Vestmanna hava tær fingið útlendskan styrk. Ioana Rapa hevur víst seg at vera ein brandur á vøllinum og nú leikararnir so spakuliga fara at kenna hvønn annan rættuliga, kunnu tær saktans fara at gera um seg.

Leygardagin hevði VÍF vitjan av Stjørnuni, og hóast spælararnir, sum fingu skaða seinasta vikuskiftið, vóru við aftur, so var tað ikki nóg mikið. VÍF liðið var ov sterkt til at klaksvíkingar kundu gera nakað við tær og serliga var tað Ioana Rapa, sum gjørdi nógv um seg. Hon var besti málskjútti hjá vestmenningum við níggju málum. Henni í hølunum kom Nicolina Joensen við fimm málum og Jacklyn Djurhuus við fýra. Hjá Stjørnuni var Anna Kristina Samson toppskjútti við fimm málum, meðan Joan M. Joensen og Simona Hansen gjørdu fýra mál í part.

Tað var annars Stjørnan, sum legði best út. Tær fingu tvey tey fyrstu málini, men so kom stígur í. VÍF legði seg á odda 4-2 og eisini 5-2. Henda munin hildu tær líka fram til hálvleiks tá støðan var 13-10 til vestmenningar.

Í seinna hálvleiki hildu vestmenningar tørn hóast tað gekk eitt sindur misjavnt á. Sigurin var ongantíð í vanda. Klaksvíkingar komu ongantíð nærri enn tvey mál og tá dysturin nærkaðist endanum øktu vestmenningarnir aftur um leiðsluna.

Endaliga úrlsitið gjørdist 24-20 til VÍF.


VÍF góða byrjan

Ikki kann sigast annað enn at vestmannakvinnur hava fingið eina framúr góða byrjan upp á hondbóltsárið. Tveir dystir eru leiktir og fýra stig eru longu í posanum.

Vestmenningar hava verið vanir við góð úrslit í hondbóltinum, men tað hevur serliga verið á manssíðuni at teir hava gjørt um seg.

Nú er spurningurin so, um VÍF í ár eisini megnar at gera ein »haldgóðan« vørr á kvinnusíðuni. Livst so spyrst, men tað er eingin ivi um, at tað verða stórar byrðar lagdar á herðarnar hjá Ioanu Rapa í ár. So er spurningurin um hon einsamøll skal bera tær, ella um hinar vestmannakvinnurnar eisini megna at fylgja við.

Tað er eingin ivi um, at tað hevði verið sera stuttligt, um kappingin gjørdist eitt sindur breiðari enn hon hevur verið undanfarin ár.

Skulu vit taka støði í dystinum leygardagin, so sær rímuliga gott út hjá vestmenningum í ár, tí málini tey Rapaðu inn.