Pauli Nielsen
rektari á Føroya Læraraskúla
Góðu 4. flokkar, sum skjótt verða fyrrverandi. Góðu børn tykkara, makar, foreldur og onnur, sum standa tykkum nær og eru komin higar at fegnast saman við tykkum hendan gleðisdag.
Áðrenn prógvini verða handað, havi eg hug at siga eitt sindur, sum eg haldi hevur týdning at siga.
Eg havi so mangan, tá ið eg havi staðið her og sagt farvæl til floygd lesandi, gjørt vart við, at børnini eru veruligu granskararnir og heimspekingarnir. So at siga alt
sum hevur við læru og menning hjá okkum vaksnu at gera, er bara eftirgerð av teirri undran og forvitni, teirri stremban og vilja at læra, sum er aðalmerkið hjá einum og hvørjum sunnum barni.
Ein smádrongur var herfyri spurdur: »Hvat er tað ringasta at missa?«
Tá ið vit hoyra spurningin, sita vit øll vaksnu skjótt við okkara vaksna svari, og støðan vit eru í hevur sjálvandi stóra ávirkan á, hvat ið vit svara, men vita tit, hvat ið hann svaraði?
Hann svaraði »Hugflogið«.
Hugflogið er tað ringasta, ið vit kunnu missa.
Og meginkveikjarin, tað er hugflogið ið hvussu er. Uttan hugflog verður lítið lív.
Kendi sveisarafranski arkitekturin Le Corbusier sigur tað so barnsliga væl í bókini, »Tá ið katedralarnir vóru hvítir«:
»At vita hvussu vit skulu liva, er grundleggjandi spurningurin í øllum samfeløgum um allan heim.«
Ja, hvussu skulu vit liva?
Veit eg tað? Vita tit tað? Hvør veit tað?
Tí er spurningurin so stórur.
Kirkegaard segði einaferð:
»Vit liva lívið frameftir, men skilja tað aftureftir.«
Og kortini er mest áleikandi spurningurin longu frá barnsbeini: Hvussu skulu vit liva?
Í gamla Grikkalandi gingu fólk í skúla fyri at læra at liva í frítíðini. Og tað man vera skilagott menniskjaliga at hava hetta í huga eisini í okkara tíð. Vit kunnu kalla tað at læra til lívið.
Her heima hjá okkum hoyra vit stundum orðið pedagogikk nýtt niðursetandi, og summi vilja vera við, at ov nógv pedagogikk hevur spilt skúlan.
Tílík sjónarmið fáa altíð gott pláss í fjølmiðlunum, men hvat er tað tey vilja siga, sum so lemjandi niðurgera tað hugtak, sum skuldi verið mín og tykkara fakligi stoltleiki, tí tað er tað, sum vit fyrst av øllum eru - pedagogar - lærarar.
Eg havi onkuntíð alment spurt, hvat ið pedagogikk merkir í huganum hjá teimum, sum nýta orðið niðursetandi, men eg havi ongantíð fingið nakað svar, og allir fjølmiðlarnir tóku herfyri sum givið, at føroyski skúlin var dumpaður, tí at ein rættiliga avmarkað kanning vísti, at føroyskir ungdómar høvdu klárað hesa royndina illa.
Men kanska var tað royndin, sum dumpaði.
Ið hvussu er, so kann hon ikki metast sum annað enn eitt frímerki á einum stórum brævbjálva, tá ið vit skulu hugmynda okkum, hvat ið hon ikki vísir.
Pedagogikkin, í eini ella aðrari merking, sum er ógreið fyri mær, fær skyldina.
Kanska merkir hon hjá hesum fólkum eftirlæti, og tað hevur einki við tað pedagogikkhugtak at gera, sum hugmyndar aðallærugrein tykkara og okkara her á staðnum..
Tit skulu vera lærarar, og tað merkir, at ein stórur partur av tykkara ábyrgdarøki er daglig pedagogisk leiðsla av arbeiðinum saman við børnunum.
Pedagogisk leiðsla er altíð at minnist til fjaldu læruna, ella tað sum hongur uppií, tá ið vit gera tað, sum politiski viljin vil, at vit skulu gera.
Tað merkir, at vit skulu verja um áhugamálini hjá teimum, sum vit hava vald á. Onkur hevur orðað tað soleiðis: Vit skulu vera teirra advokatar.
Tí er sonn pedagogisk leiðsla ikki eftirlætin, men hon er næstan óendaliga tolin, tá hon vísir tann góða vilja, sum er fortreytin fyri øllum etiskum gerðum. Og tí er hon eisini vónleys at liva upp til, men hon er virðiliga stavnhaldið.
Sjálvur eri eg upptikin av, at tit, sum ganga her, ikki bara fáa prógvið. Tað skulu tit sjálvandi hava fyri at fáa fast starv í fólkaskúlanum. Eg eri meira upptikin av, at tit fáa útbúgvingina sum tryggjar, at tit ikki geva børnunum steinar fyri breyð. Og soleiðis sum eg hugsi, so kunnu ov nógv liðug svør skjótt gerast tyngjandi steinar, men spurningarnir, ið verða settir av iva, vilja og í álvara altíð er breyðið, ið kann veita okkum orku at halda okkum uppi.
Eg sigi hetta, tí vit vita, at so at siga øll svør fyrr ella seinni vísa seg ikki at vera allur sannleikin.
Leiðarin á einum læknaskúla yviri í USA byrjaði fyri nøkrum árum síðani móttøkurøðu sína fyri teimum nýggju lesandi soleiðis:
»Tit skulu vita, at tá ið tit um eini fimm, seks ár eru liðug við útbúgvingina her hjá okkum, fer tað at vísa seg, at helmingurin av tí, sum tit hava lært er skeivt, og tað, sum er uppaftur verri, er, at vit vita ikki, hvør helmingur tað er.«
Fyri einum mánaði síðani høvdu vit her á skúlanum vitjan av heimskenda heilagranskaranum Morten Kringelbach, sum starvast í Oxford, og hann var uppaftur meira avgjørdur. Hann segði, at innan teirra øki mundi tað fara at vísa seg, at 90% av verandi vitanini fór at roynast skeiv, tá ið 10 ár vóru farin. Og kortini vita vit meira og meira.
Eg er tí líka so upptikin av, at útbúgving tekur tíð, sum av at tíð fer illa til spillis.
Bæði hava týdning, og eg haldi, at svenska skaldið Kaj Beckman er sera beinrakin, tá ið hann sigur soleiðis:
Når man går fort
och tittar rakt fram
då kommer man fort fram.
Om man går langsamt
och tittar på alt ved vägkanten,
om man tar op en sten
ock luktar på en blomma
- då går det inte fort.
Men stenen och
blomman
har blivet ens vänner.
Hetta man eisini vera galdandi fyri skúlatíðina.
Sjálvandi skulu vit gera alt fyri, at komandi ættarlið verða gagnligir borgarar, men vit mugu ikki gloyma, at børn eru javntverd við øll onnur medmenniskju, tí tey eru tey, og eingin annar.
Vit vaksnu kunnu ikki gera nakað, sum tryggjar hvussu tey verða sum vaksin, men vit hava øgiligt vald á teirra lívi, meðan tey eru børn. Børn eru virðismikil, tí tey eru hugsandi og kenslusamar verur.
Eg byrjaði við einum barni og kann tí hóskandi eisini gevast við einum øðrum, sum hevði fingið spurningi, hvussu vit skulu brúka lívið, og svarið var:
»Vit skulu ikki bara brúka lívið til at vera ríkur og koyra í dýrum bilum og reypa sær.«
Eg skal ynskja tykkum hjartaliga tillukku við próvnum og við útbúgvingini, sum tit vónandi hava ognað tykkum her á Læraraskúlanum.
Góða eydnu við lærarayrkinum. Tit fáa litið upp í hendi tað dýrasta, ið vit eiga. Tit fáa stórt vald.
Nýti tað við tí skili, sum ein pedagogisk útbúgving eigur at hava givið tykkum møguleika at menna.
Og takk øll tit á Læraraskúlanum, sum hava verið við til at útbúgva tykkum og skapa neyðugu umstøðurnar til trivnaðin hjá tykkum, sum her ganga.