Tað seinasta vitnið

Fyrr í hesum mánaðinum fekk Haraldur kongur í Noregi eina
sjáldsama vitjan. Gesturin var ein 82 ára gamal pólendingur, sum
hevði sína serligu søgu frá seinna heimsbardaga at siga kongi

Tann 8. apríl í 1940 søkti polski kavbáturin "Ozel" týska troppaskipið "Rio de Janeiro" uttan fyri Lillesand í Noregi. Í veruleikanum átti tilburðurin at verið ein kærkomin ávaring til norðmenn, tí fleiri av teimum týsku hermonnunum, sum vórðu bjargaðir í land, greiddu sínum bjargingarmonnum frá, at teir vóru á veg til Bergen at verja Noreg ímóti onglendingum. Men norsku leiðararnir skiltu ikki álvaran, og dagin eftir var sum kunnugt ov seint.
? Vit sóu ikki eitt einasta menniskja á dekkinum á skipinum. Men so skjótt sum tann fyrsta torpedoin brast ímóti skipssíðuni, uddi í týskarum. Fleiri lupu í havið. Eg gloymi ongantíð tríggjar týskarar, sum eg sá liggja í sjónum. Tað vóru ungir menn, og teir vóru so nær okkum, at eg sá týðiliga andlitið á tveimum teirra. Tann triði lá við andlitinum niður í sjógvin. Hinir báðir hildu í klæðini hjá hvør øðrum. Sum frá leið róku teir burtur frá okkum.
Hetta er tað fyrsta veruliga krígsminnið hjá tí nú 82 ára gamla pólendinginum Marek Oldakowski. Tá, hendan dagin í apríl í 1940, var hann 20 ára gamal og ein av manningini á polska kavbátinum "Ozel", og í mong ár hevur hann verið tann einasti, sum kann greiða frá tilburðinum uttan fyri Lillesand.
Tríggjar vikur aftan á tilburðin við Lillesand vórðu Oldakowski og ein av feløgum hansara umborð á "Ozel" settir á land í Skotlandi, so teir kundu fáa sær herflotaútbúgving har. Hetta bjargaði lívi teirra, tí ein lítlan mánað seinni hvarv "Ozel" við mann og mús í Norðsjónum. Felagin, sum fór í land saman við Oldakowski í Skotlandi, fall í bardaga í 1943, og tískil var bara Marek Oldakowski eftir av manningini á kavbátinum.
Skuldi taka skipið
Fyri trimum vikum síðani var tann nú 82 ára gamli pólendingurin í Oslo, har hann varð boðin at greiða Haraldi kongi frá tilburðinum fyri 62 árum síðani. Og hóast árini eru mong, minnist hann væl tað, sum hendi.
? Vit vóru einir 60 mans umborð á kavbátinum. Tíðliga um morgunin tann 8. apríl sóu vit eitt fremmant skip. Við ljóskastaranum góvu vit skipinum boð um at steðga, men ikki fyrr enn vit høvdu latið nøkur skot av við maskinbyrsuni, steðgaði skipið. Vit sóu nú, at skipið æt "Rio de Janeiro", men vit sóu ikki, hvaðani tað var, tí máling var smurd oman á heimstaðarnavnið. Hetta var tó ikki serliga væl gjørt, tí tá vit kikaðu eftir tí, sóu vit, at skipið var úr Hamburg. Vit signaleraðu til skipið, at tað skuldi senda ein bát yvir til okkara við pappírunum hjá skiparanum. Samstundis avráddu vit okkara millum, at vit skuldu taka skipsbátin og síðani fara umborð á týska skipið. Sjálvur skuldi eg leiða álopið, og átta væl vápnaðir menn skuldu koma við mær.
Vit sóu, at týskararnir loraðu ein bát niður á sjógvin, men tá báturin varð liggjandi við skipssíðuna, signaleraðu vit aftur, at vit vildu hava bátin yvir til okkara. Bæði vit og tað týska skipið vóru nú rikin inn um tað norska markið. Júst sum vit lógu har, fleyg eitt norskt flogfar uppi yvir okkum, og vit skiltu, at norðmenn nú vistu, hvar vit vóru.
Meðan vit soleiðis bíðaðu eftir týska bátinum, hoyrdi telegrafisturin hjá okkum, at "Rio de Janeiro" bað eitt annað týskt skip um hjálp. Vit skiltu nú, at skipið ætlaði ikki at gera eftir boðum okkara, og vit gjørdu klárt til at leypa á. Áðrenn vit løgdu okkum undir vatnsskorpuna, signaleraðu vit til týska skipið, at vit gjørdu klárt til at søkkja tað. Tá høvdu vit ligið einar 15 - 20 minuttir og bíðað."
Sakk eftir 15 sekundum
Polski kavbáturin hevði ongantíð verið í bardaga fyrr. Hetta var ein sera væl útgjørdur kavbátur, sum pólendingar høvdu bygt á einari skipasmiðju í Niðurlondum í 1938. Síðani týskararnir høvdu hersett Póland, hevði kavbáturin verið undir bretsku flotaleiðsluni. Marek Oldakowski greiðir soleiðis frá fyrsta álopinum hjá "Ozel":
? Eg og felagi mín, sum æt Sopocko, skiftust um at ganga vakt fyri yvirmenninar. Sjálvur stóð eg á kommandoplássinum, tá tann fyrsta torpedoin varð skotin avstað. Hetta var klokkan 11.55. Men "Rio de Janeiro" sakk ikki, og vit sigldu rundan um tað einaferð. Klokkan 12.45 sendu vit ta næstu torpedoina avstað ímóti hinari skipssíðuni. Hesaferð raktu vit væl."
Tann seinna torpedoin hjá "Ozel" rakti eftir øllum at døma eina lóðurgoymslu umborð á "Rio de Janeiro". Spreingingin var so hørð, at hon hoyrdist bæði til Arendal og Kristiansand. Týska troppaskipið fór av um tvøran og sakk eftir 15 sekundum. Av teimum 355 monnunum, sum vóru umborð, doyðu 183. Umborð vóru eisini 73 ross, 71 hernaðarakfør og tíggju loftverjukanónir.
Eftir at vera komin til Bretlands sigldi Maek Oldakowski í bretska herflotanum. Eftir kríggið sigldi hann sum skipari, til hann búsetti seg í Bretlandi. Í 1990 varð hann heiðraður í Noregi fyri sín lut í tilburðinum uttan fyri Lillesand.
Eingin veit, hvar "Ozel" sakk, men bretski herflotin helt, at polski kavbáturin hevði siglt á eina minu í Norðsjónum. Nógvar royndir eru gørdar at finna vrakið, men Marek Oldakowski vónar ikki, at gamli kavbátur hansara verður funnin.
? "Ozel" er søguligur. Menninir umborð eiga at fáa frið at hvíla ? á havsins botni eins og "Rio de Janeiro", heldur hann.