Tað skal rættiliga nógv til, áðrenn Sambandsflokkurin er til reiðar at atkvøða fyri fíggjarlógini hjá samgonguni fyri næsta ár.
Tað staðfestir Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, nú Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum í næstu viku setir sjøtul á arbeiðið at viðgera fíggjarlógina.
Í gjáramorgunin fortaldi Kaj Leo Holm Johannesen fyri okkum, at hann fór ikki at standa model til, at útreiðslurnar fóru heilt út spónalagnum, av trýsti frá ávísum tinglimum.
Les eisini: Eg siti ikki og hyggi at ímeðan alt fer í smildur
Formaðurin í Sambandsflokkinum sigur, at skal flokkurin taka undir við fíggjarlógini, er tað ein treyt, at flokkurin eisini fær sett síni fingramerki á hana.
Og tað skal gerast við at tálma útreiðslununum, sum hann heldur, veksa alt ov nógv í hesum fíggjarlógini. Men hvørjar sparingar og tillagingar skulu gerast, vil hann ikki siga.
Kortini heldur hann, at tað er burturvið at endurstovna Landsbankan, tí tað er onki endamál í tí.
- Vil tjóðveldi partú hava ein Landsbanka, er tað einasta rætta at broyta navnið á Gjaldsstovuni og kalla hana Landsbanka.
Tá ið Løgtingið viðgjørdi fíggjarlógina, varð eisini gjørt greitt, at endurstovnar samgongan Landsbankan, verður hann bara avtikin aftur, tá ið ein onnur samgonga kemur til.
Bárður á Steig Nielsen heldur eisini, at tað er skeivt at pumpa ein búskapargrunn upp, soleiðis sum samgongan ætlar.
Hann vil heldur brúka pengarnar at rinda skuld hjá landskassanum, tí tað sparir nógv í rentuútreiðslum.