Tað skal sópast væl

Tað má sópas væl, áðrenn viðurskiftini koma í rættlag aftur, sigur maskinstjórin á Brimli, sum enn ikki veit annað enn, at hann fer úr starvi 1. juni

Træta

Tað eru nógv ting, sum skulu ruddast uppaftur, áðrenn alt aftur verður, sum tað var, heldur Almfinn Jacobsen. maskinstjóri á Brimli, sum er ein av maskinmonnunu hjá Vaktar- og Bjargingarrtænastuni, sum søgdu størvini frá sær orsakað av, at starvsvirðurskiftini hjá teimum ikki vóru nøktandi.
Almfinn Jacobsen hevur drúgvar royndir sum maskinmaður hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni. Hann byrjaði umborð á Tjaldrinum, beint sum tað var komið í 1976, og er nú maskinstjóri á Brimli. Fram til 1. juni, um einki broytist í teirri trætuni, sum nú er.
Hann sigur við Sosialin, at hann í skrivandi stund ikki kennir annað til verandi støðu enn tað, øll onnur hava frætt, og at hann hevur fingið fundarboð til mikudagin.
Hvat fer at henda á tí fundinum, sum Vaktar- og Bjargingartænastan hevur boðað til, hevur hann ikki hóming av, sigur hann.

Eftirlønin
Ósemjan stendst av, at maskinmenninir, sum gjørdust tænastumenn i 2001, ikki fingu eftirlønarviðurskiftini upp á pláss, samstundis sum avttalan um tænastumannanormeringarnar varð gjørd. Tað gekk heldur drúgv tíð, uttan at nakað hendi, sigur Almfinn Jacobsen, maskinstjóri á Brimli.
Fyri at leggja trýst á myndugleikarnar, tóku maskinmenninir so tað stig at siga seg úr størvun sínum fyri at vita, um tað fór at hjálpa.
?Vit ætlaðu ikki, at tað skuldi spyrjast slíkt rok burturúr, sigur hann. Men her standa vit so nú.
Hann viðgongur, at teir ikki roknaður við, at aðrir fóru at søkja størvini, og at teir, sum søgdu seg úr teimum, fóru at fáa størvini aftur. Men soleiðis varð so ikki.
?Nú er so støðan tann, havi eg frætt, at teir menninir, sum hava søkt størvini og fingið tey, eru farnir at siga tey frá sær aftur, sigur Almfinn Jacobsen. Men vit, sum í løtuni eru í størvunum, vita einki. Og sum eg skilji, veit maskinmeistarafelgið heldur einki meira, enn vit gera.

Førleikin
Sambært Útvarpi Føroya hevur leiðarin á Vaktar- og Bjargingartænastuni, Elmar Højgaaard, sagt, at ein grund til, at verandi amskinmenn ikki bara kundu fáa størvini aftur, er, at ikki allir teirra lúka tey førleikakrøv, sum væntandi fara at vera galdandi, tá eitt nýtt »Tjaldur« helst verður bygt í 2007.
Ta grundgevingina skilir Almfinn Jacobsen als ikki. Han sigur, at maskinmenninir, sum í dag eru umborð á vaktarskipunum, lúka øll galdandi krøv.
?Talan er um einar tveir maskinmenn sum ikki klára ey krøv, sum sett verða til maskinur av eini ávísari stødd. Teir eru í dag við Tjaldrinum, men kunnu ikki koma umborð á Brimil, tí hann hevur maskinu, sum er størri, enn teirra pappír loyva, sigur hann.
Men at grundin til at teir ikki kunnu halda fram, tí eitt nýtt Tjaldur kanska kemur um eini fýra ár, heldur hann vera burturvið. Verandi Tjaldur kann saktans sigla nógv ár enn og fer ivaleyst eisini at yvirliva starvstíðina hjá onkrum av hesum monnunum, sum vera farnir frá við eftirløn, áðrenn nakað nýtt Tjaldur verður bygt kortini, sigur hann.
Almfinn Jacobsen leggur dent á, at tað var ikki misnøgd við Vaktar- og Bjargingartænastuna, sum gjørdi, at hendan støðan kom í. Men nú hon er har, má hon eisini loysast, sigur hann.
Hann sigur, at enn hevur hann ikki annað starv at fara í, um tað skuldi hent, at hann má í land av Brimli tann 1. juni. Uppsøgnin er send, og hon kann ikki takast aftur nú, ásannar hann, men vónar kortini, at málið verður loyst, sum teir ætlaðu, ið reistu tað. Nevniliga at eftirlønarviðurskiftini koma upp á, pláss hjá bæði teimum í føstum starvi og hjá avloysarunum, og at teir, sum eru í starvi, sleppa at halda fram.