Í Føroyum eiga vit at fáa eina lóg, sum ger tað ólógligt at forfylgja fólki.
Hetta er tað, sum í Danmark og aðrastaðni vanliga verður nevnd ”stalking”.
Elin Reinert Planck, leiðarin í Kvinnuhúsinum í Havn vísir, at í Danmark er ein anti stalking lóg sett í gildi, sum ger tað beinleiðis ólógligt at forfylgja fólki.
Hendan lógin átti avgjørt eisini at verðið sett í gildi í Føroyum, heldur hon.
At forfylgja fólk er banna á ymsan hátt, er bannað í ymsum lógargreinum í revsilógini, men hetta er ein so sermerktur og stórur trupulleiki, at aðrastaðni eru serligar lógir gjørdar við tí fyri eyga, beinleiðis at gera stalking ólógligt.
At verða forfylgdur í hesum týdninginum, er at onkur ringir áhaldandi til tann, sum verður forfylgdur. Men forfylgingin kann eisini vera umvegis sms-boð, Facebook, forfylgjarin kann standa uttanfyri og bíða eftir offrinum og gongur aftan á, forfylgjarin stendur og gløðir inn ígjøgnum vindeyguni ella bíleggur vørur í navninum á offrinum.
Púra vanlig fólk
Í Føroyum eru ongar kanningar og sambært anti-stalking í Danmark, eru heldur ongar beinleiðis kanningar í Danmark.
Men kanningar aðrastaðni vísa, at gott 10% av kvinnunum og eini 5% av monnunum hava verið forfylgdir onkuntíð í lívinum.
Summi halda, at tað eru bara tey kendu, sum verða forfylgd, men soleiðis er ikki, tí nógv tey flestu eru púra vanlig fólk.
Eygleiðarar halda, at trupulleikin við mannfólkum, sum verða forfylgd, er helst størri enn so, men ein orsøk til, at so fáir menn siga seg vera forfylgdar, kann vera, at mannfólk eru trekari at viðganga tað, ella at teir hava lyndi til at gera seg harðan og tískil ikki vilja viðganga tað, sum ein trupulleika.
Leiðarin í Kvinnuhúsinum sigur, at hon veit dømi um fólk í Føroyum, sum hava verið forfylgd og tað eru eisini dómir sagdir í rættinum um tað sama.
- Slík forfylging kann halda fram í langa tí og kann vera ómetaliga órógvandi, og enntá ræðandi fyri offrið og tí eigur tað beinleiðis at verða ásett í føroyskari lóg, at tað er revsivert, akkurát sum tað er í danskari lóg, sigur Elin Reinert Planck.
LES EISINI GREININA: Yvir 600 kvinnur bóðu um hjálp
LES EISINI GREININA: Fleiri biðja um hjálp
LES EISINI GREININA: Føroyar til próvtøku í ST um rættindi hjá kvinnum
LES EISINI GREININA: Kvinnur skulu gjalda fyri tað, sum menn fáa ókeypis