Tað snýr seg ikki um lekan

Jógvan við Keldu, løg­tings­mað­­ur fyri Fólkaflokkin í Norð­oyggjum, skrivar í bløð­u­­num um avgerðina at flyta Strand­ferðsl­una til Suðuroyar. Hann sig­ur seg hava broytt meining ella, at hann nú hevur hugsað seg væl um. Niðurstøða hansara er, at einki galið er við hvørki av­gerðini ella mannagongdini, ein­asti trupulleikin í málinum er, at onkur hevur likið tíðindini

Finnur Helmsdal, tingmaður

Skal geva Jógvani rætt í tí, at tað er ikki heppið, um em­bætisfólk eru illoyal mót­veg­is politikarunum m.a. við at leka. Og hevur onkur gjørt seg sekan í hesum, eigur tað at fáa avleiðingar so ella so. Men góði Jógvan, lekin er so avgjørt ikki ein avgerandi trup­ul­leiki í hesum sera ó­hepna máli. Trupulleikin er, at framferðin í hesum mál­i­num er enn eitt skúladømi um, hvussu lítla virðing pol­it­iska valdið í veruleikanum hev­ur fyri almennu starvs­fólk­u­num. Formaðurin í Starvs­mann­a­fel­ag­num, Gunnleivur Dalsgarð, tók ógvuliga rívan til, tá hann lýsti hugburð landsstýrissins mót­veg­is almennum starvsfólkum, og eg tori at siga, at Gunnleivur er ikki langt av leið.
Framferðin í málinum um flyt­­ing­ina av Strandferðsluni átti at lopið ein hvøkk á okkum øll, eis­ini Jógvan við Keldu. Tí taka vit okkum ikki saman og virða bæði avtalur, mannagongdir og ikki minst fólkini, so enda vit sum tann afturúr siglda ba­n­a­nrepublikkin, sum nógv hava frægd av at kalla okkum. Tíð­in er langt síðan farin frá primitivum politikarum, sum bara megna eitt í einum framkomnum sam­fel­ag, nevniliga at syndra og reka fólk av garði. Sleppur karr­ráði fólkflokshugburðurin fram­hald­andi at dominera og køva hinar flokkarnar, so verða tað ikki bara tey best lærdu, sum flýggja.
Sjálvandi skulu vit øll liva, og sjálvsagt skulu almenn ar­beiðs­pláss til Suðuroyar eisini. Men lat­ið okkum sleppa hasum prim­i­tiva og barbariska framferð­­ar­­háttinum. Latið okkum vísa bæði samfelag og fólki ta virð­ing, sum tey hava uppiborið. Tað er væl skiljandi, at ávísir brenna eftir at verða valdir, men tað heimilar ikki at gera tað, sum landsstýrismaðurin gjørdi í Strandferðslumálinum. Høv­uðstrupulleikin var og er ikki lekin, Jógvan. Høv­uðs­trup­ul­leik­in er ein heilt annar, og tað veit tú eisini væl.
Kreppuhjálp
Amerikumenn tosa um eitt fyr­i­brygdi, sum teir rópa yv­irviðgerð. Tað er heil­i­g­vág­ídn­að­ur­in, sum lokkar fólk at taka í yv­irmát av ofta óneyðugum heil­ig­vági, hetta fyri at vinna sum mest av peningi. Privatu sjúkr­a­húsini og læknarnir lokka som­u­leiðis fólk í ofta óneyðugar men dýrar viðgerðir. Vit kunnu eisini siga, at Útvarpið ov­ur­við­gjørdi málið um Strand­ferðsl­una, tá tíðindafólk fóru at tosa um kreppuhjálp til starvs­fólk­ini á Strandferðsluni. Ikki tí, starvsfólk høvdu helst tørv á stuðli í samband við skak­andi boðini, sum kollveltu til­veruna hjá fleiri. Men sæð í mun til støðuna í Suðuroynni, har fleiri hundrað fólk hava havt ilt við at fáa mat í munnin vegna arbeiðsloysi í langa tíð. Har fólk í hópatali hava flýggja und­an vónloysinum. Nær hevur Út­varpið ella nakar annar tosað um kreppuhjálp til teirra?
Men aftur hinvegin, so rætt­vís­ger neyðstøða í Suðuroynni ikki, at landsstýrismaður í at­kvøð­u­trega og uttan nakra á­var­ing ella ætlan annars av nøkr­um slagi, bara hálar teppið und­an dugn­a­ligum og trúgvum starvsfólkum, sum eisini hava hús og heim at for­svara. Den går ikke, Jógvan við Keldu.