Ta_ stendur ikki væl til í Fuglafir_i

ÍF fór orduliga í spønir ímóti KÍ, sum vi_ stórsigri eisini fekk málmunin at venda rætta vegin, á_renn teir fóru at hvíla seg

Ta_ var ikki lukkuligt, sum klaksvíkingar tóku fyri sær, tá i_ teir vitja_u í Fuglafir_i fyri fyrstu fer_, sí_ani teir eftir fjór_ingsfinaluna í steypakappingini stó_u vónbrotnir eftir tepra tapi_.
Fuglfir_ingar hingu toluliga uppií fyrra partin av fyrra umfarinum. Tá i_ unglingaspælarin Julian Samuelsen vi_ fínum stútara - akkurát sum grikska máli_ í fjór_ingsfinaluni - hev_i lagt KÍ framum, vóru grei_ar ábendingar um, hvønn veg ta_ bar, og tá i_ Jacob Bymar dygst undan ste_ginum hev_i økt til 3-1, var ta_ meiri ein spurningur um, hvussu stórur sigurin hjá KÍ fór at ver_a, heldur enn um ta_ skuldi eydnast hjá ÍF at koma afturíaftur.
Jacob Bymar skora_i til 3-1, tá i_ hann úr heilt stuttari fjarstø_u snitta_i bóltin upp um Karstin Joensen. Hesa fer_ var Jacob Bymar á framrætta_a mi_vallarplássinum, sum Atli Danielsen annars plagar at vera á. Atli var á verjukenda mi_vallarplássinum, sum Jan Joensen hevur havt. Saman vi_ teimum bá_um vóru Leon Bjartalí_ og Símun Joensen á KÍ mi_vøllinum. Klaksvíkingar høvdu nógv pláss at dusa sær á, og ÍF verjan hev_i torført at ansa Erlingi Fles og Juliani Samuelsen.
Tá i_ Jacob Bymar í fjør kom til Klaksvíkar, seg_ist hann vera ma_urin, sum skuldi skjóta málini. Tí gekk ta_ illa vi_. Nú tykist Jacob Bymar rættuliga at hava fingi_ høvdi_ fyri seg í Klaksvík. Hann er skjótur, altí_ klárur at taka lut í samanspælinum, og so vísti hann sunnudagin á álopskenda mi_vallarplássinum máltevi_, sum ta_ í fjør ongantí_ sást naka_ til. Tá i_ hann setti hol á, var_ hann spældur úr høgru og inn um verjuna, og hann var púra kaldur og fullur í sjálvsáliti, tá i_ hann setti framvi_ málverjanum.
Tá i_ KÍ tíggju minuttir eftir ste_gin skora_i til 4-1, var talan um fínt uppspæl í høgru og flatt innlegg, og solei_is var ta_ eisini, tá i_ teir skora_u til 5-1. Í ø_rum av hesum førinum hev_i KÍ marginalirnar rættuliga vi_ sær. Eftir ÍF horna úr høgru stúta_i Hanus Eliasen í stólpan. Fuglfir_ingarnir høvdu armarnar omanfyri høvd, men linjuverjin og dómarin søgdu einki. Jákup Mikkelsen fekk fatur á bóltinum, tveitti í høgra bor_, har Harley Bertholdsen, sum nú hevur vunni_ sær pláss aftur á li_num, spældi skjótt, bólturin fór heilt fram í horni_, og ta_ var púra sóttreinsa_ fyri rey_ar troyggjur, tá i_ bólturin kom inn undir máli_.

Líti_ sjálvsálit
Heimali_i_ tóktist ikki hava serliga stórt sjálvsálit. Teir royndu vi_hvørt at spæla fótbólt, men ta_ miseydna_ist ofta. Í fleiri av plássunum vóru ikki teir spælararnir, sum hava veri_ rokna_ir at vera stu_ulsspælarar, og ta_ kosta_i. Verjan var ógvuliga líti_ avgjørd, og álopsparturin var rættuliga tunnur.
ÍF fekk mál vi_ brotssparki_, tá i_ eitt stórt korter var fari_. Teir sekta_u stórt verjumistak hjá KÍ. Ove Nysted royndi sum aftasti ma_ur og í høgra bor_i at fara framvi_ tveimum spælarum. Ta_ eydna_ist í fyrra førinum, men so fingu fuglfir_ingar fatur á, Hanus Eliasen kom í brotsteigin í vinstru, taklingin hjá Niclasi Niclasen kom ov seint, og Høgni Zachariasen setti úr ellivu metrum bóltin flatt og umvegis stólparótina og í máli_.
Sum tí_in lei_, var ta_ ey_s_nt, at ÍF ikki hev_i nógvar streingir at spæla uppá. Nógvir kvalifisera_u seg til útskifting. Fleiri spælarar vóru á beinkinum, og onkrir hita_u upp, men ta_ var bara ein n_ggjur ma_ur settur á vøllin. Ta_ mundi ikki kennast sum her_aklapp til ómó_u menninir, sum neyvan vóru serliga uppsettir, tá i_ teir fóru at spæla í 3. deild og ímóti sørvingum.
ÍF sleppur ikki í summarfrí fyrrenn leygarkvøldi_, tá i_ teir á Varmakeldustevnu hava spælt seinnu hálvfinaluna í steypakappingini ímóti NSÍ. Avriki_ sunnudagin bendi ikki á, at ÍF skal vera annar parturin í finaluni ólavsøkudag. Men ta_ kann vi_ einum gó_um vilja eisini vendast tann vegin, at ÍF longu hev_i hugsanirnar snara_ar ímóti hálvfinaluni.
Ta_ er einki at siga til, at klaksvíkingar vóru væl nøgdir. Julian Samuelsen vísti seg at vera ágr_tnan og skilagó_an álopsspælara, Harley Bertholdsen, Jacob Bymar og Erling Fles vóru eisini sannførandi, og hinir høvdu heldur ikki trupulleikar. Men ta_ skal framvegis havast í huga, at mótstø_uli_i_ hev_i so líti_ at bjó_a uppá, sum neyvan naka_ anna_ li_ í bestu deildini hevur í løtuni.

ÍF-KÍ 1-6 (1-3)
0-1: Jacob Bymar 13.
1-1: Høgni Zachariasen 17.
1-2: Julian Samuelsen 25.
1-3: Jacob Bymar 45.
1-4: Erling Fles 56.
1-5: Jacob Bymar 76.
1-6: Erling Fles 89.
Dómari: Eiler Rasmussen
ÍF: Karstin Joensen - Árni Petersen, Áki Petersen (John Thomsen, 63.), Viggo Johannesen, Tostein Joensen - Ey_olvur R. Petersen, Ey_un Rygshamar, Høgni Zachariasen, Frileif í Lambanum - Atli Petersen, Hanus Eliasen
Gult kort: eingin
KÍ: Jákup Mikkelsen - Harley Bertholdsen, Ove Nysted, Niclas Niclasen, Marek Wierzbicki (Jákup Hansen, 74.) - Leon Bjartalí_, Atli Danielsen, Jacob Bymar (Arnhold Joensen, 77.), Símun Joensen (Frank Joensen, 81.) - Erling Fles, Julian Samuelsen
Gult kort: eingin