Hvørjum skal hetta gagna? Hóast politiskar ósemjur, hugsi eg neyvan, at tildømis danskir andstøðupolitikarar høvdu farið í bretsk bløð at spilt stjórnina út undir eini týdningarmiklari samráðing við bretar. Í okkara føri, vera jú bæði Løgtingið og alt Føroya fólk at fella dóm yvir samráðingarúrslitið, tá tað fyriliggur.
Ábyrgdarloysi
sum politisk hugsjón
Men eitt er at semjast ella skeldast um okkara viðurskifti við donsku ríkismyndugleikarnar. Eitt annað er okkara búskaparliga framtíð í hesum landi. Vit hoyra nú í ramasta álvara formenninar í størstu andstøðuflokkunum siga, at hetta landsstýrið niðurpínir samfelagið og tí fáa vit heldur onga góða skiftistíð. At vit bara skulu brúka meira pengar, tí so fáa vit eisini fleiri pengar úr Danmark. Hetta er fyrstu ferð vit so greitt hava hoyrt ábyrgdarloysið sett fram sum politiska hugsjón.
Vit kunnu nú bara staðfesta, at við hesi hugsjón er líkamikið, hvat verður gjørt: Tá tað gongur væl, er tað ringt. Og tá tað gongur illa, er tað gott. Tað sum vendir niður, vendir upp. Og tað sum vendir upp, vendir niður. Alt kann brúkast ímóti fullveldisætlanini.
Vit hoyra dag og dagliga frá andstøðuleiðarum, at alt verður niðurpínt undir hesi samgongu, til tess at spara upp til fullveldið. Næstu løtuna hoyra vit frá somu persónum, at pengarnir fossa úr landsskassanum.
Einu løtuna eru vit alt ov fátæk og næstu løtuna alt ov rík.
Um vit høvdu havt somu trupulleikar sum Danmark_
Vit kunnu ímynda okkum, hvussu tað hevði verið, um tað, sum hendir í Danmark, hevði verið hent í Føroyum í dag: Á ellisheimum hava tey eldru verið misrøkt. Eldri fólk verða funnin deyð í síni íbúð eftir hálvum og heilum árum uttan nakran góðan. Bíðitíðirnar til krabbameinsviðgerð halda als ikki. Ungdómur fremur grovan harðskap og dráp. Stórt svik fer fram innan kommunalar og privatar stovnar. Í tí danska matvørustýrinum eru omanfyri 100 milliónir misnýttar. Og so framvegis.
Hetta eru trupulleikar, sum flestu lond hava í vesturheiminum. Eg ivist onga løtu í, at danskir politikarar gera alt fyri at loysa hesar trupulleikar ? uttan mun til flokk.
Men hevði tað verið í Føroyum í dag_ á dú, á dú. Fullveldið hevur skyldina! Soleiðis verður tað! Vit klára okkum aldrin! Soleiðis høvdu atfinningarnar rungað.
Men vit hava als ikki tikið ábyrgdina enn. Og tað einasta vit vita við vissu, er, at okkara núverandi trupulleikar eru skaptir undir heimastýrinum. Teir kunnu bert loysast, um vit taka ábyrgdina.
Stórmál eru loyst
Nógv liggur á láni í samfelagnum eftir kreppuna. Henda samgongan hevur sanniliga eisini gjørt síni mistøk. Hon skal heldur ikki gykla nøkrum fyri, at alt verður beint og gott komandi árini uttan stór og tung tøk.
Men í veruleikanum eru ótrúliga nógv framstig hend og fara at henda afturat, um vit halda fast um tann ábyrgdarfulla politikkin.
Vit kunnu bara nevna nøkur av teimum týdningarmiklu viðurskiftunum, sum eru loyst seinastu tvey árini. Hesi mál hava annars verið óloyst í mong harrans ár undir skiftandi landsstýrum:
?Fakfeløgini hava fingið lønarhækkingar og aðrar betringar, sum eru tær frægastu í 10-15 ár
?Allar pensiónir eru hækkaðar munandi
?Lestrarstuðulin er hækkaður munandi
?Almanna- og heilsumál eru hækkaði við 137 mió. krónum uppá tvey ár á fíggjarlógini
?Útbúgving, gransking og mentan eru hækkað við 65 mió. krónum uppá tvey ár
?Ætlanir fyri gransking og útbúgving í einum sjálvstøðugum Føroyum eru lidnar
?Mentan og list hava fingið bøttar umstøður
?Studningurin til at byggja skip er strikaður
?Leiðslubygnaðurin á Landssjúkrahúsinum er loystur
?Farið verður næsta ár undir at byggja nýtt landssjúkrahús og at seta tað gamla í stand
?Peningur er játtaður til bæði medisinsk tól og til sjúkrabilar
?Eitt nýtt Sandoyarskip verður klárt fyrsta dagin
?Farið verður næsta ár undir at byggja nýtt Suðuroyarskip
?Eitt nýtt vaktarskip er flotað og tyrlutænastan verður útbygd, som vit sjálvi megna allar uppgávur
?Undirsjóartunnil til Vágarnar er loksins samtyktur
?Bankamálið er loyst
?Undirgrundarmarkið við Bretland er loyst
?Oljuútbjóðingin er væl fyrireikað og klár
?Stórbroytingar eru hendar í okkara sáttmálum við ES, sum hava betrað útflutningsmøguleikarnar
?Vit hava fingið lýst alt okkara samstarv við Danmark og lýst hvat krevst av okkum til fullveldi
?Vit eru komin so langt við samráðingunum, at um politiskur vilji fæst, kann ein sáttmáli gerast millum Føroyar og Danmark, ið gevur okkum fult ræði og fulla ábyrgd av okkara viðurskiftum
?Nýtt og nógv greiðari ábyrgdarbýti millum land og kommunur er sett í verk
?Tær mest skuldartyngdu kommunurnar hava fingið gjaldslætta
?Avtalur eru gjørdar millum land og kommunur, soleiðis at íløgurnar í landinum verða tálmaðar og spjaddar
?Ein langtíðaríløguætlan er gjørd, ið kann fáa samfelagið uppá eitt nútímans støði, út frá tí, sum føroyski búskapurin kann bera.
Kreppan er ikki av
Nógv restar í at gera. Men tað kann ikki gerast so skjótt, sum um vit brúktu danskar pengar at blása virksemið uppaftur, fyri síðani at fara á heysin aftur.
Vit eiga at minnast til, at allir búskaparfrøðingar siga, at vandi er fyri ov nógvari ferð á føroyska búskapinum. At um vit ikki halda aftur við almennu útreiðslunum, so stýra vit aftur móti vinnuligum óðamannaverki, skrædli og húsagangi ? við fráflyting og niðurskurðum fyri tey veikastu. Hetta er tann veruligi ræðuleikin, sum ikki byggir á pástandir, men á tann kalda veruleikan, sum varð staðfestur fyri bara fáum árum síðani.
Vit eiga eisini at minnast til, at Føroyar eru als ikki komnar úr kreppuni í 80?unum og 90?unum. Ikki fyrrenn vit hava ein heilt sjálvberandi búskap, kunnu vit siga, at vit eru á beinari leið. Vit hava eina ørgrynnu av økjum, sum hava verið forsømd ? ikki bara í 90?unum, men heilt aftur í 70?ini og 80?ini, tá vit blakaðu 13 milliardir á sjógv til alt annað enn haldgóðar íløgur.
Sjúkrahúsøkið ? serliga landssjúkarhúsið ? hevur verið forsømt við íløgum í 30 ár. Eldraíbúðir og viðurskiftini hjá brekaðum hava onga veruliga raðfesting fingið undir heimastýrinum. Strandferðsluflotin somuleiðis.
Tí kunnu bert varlig framstig gerast nú, sum tryggja, at vit ikki aftur fara útav eggini.
Annars fara ræðumyndirnar at ganga út. Ikki við fullveldi, men við ongum valdi og ongari ábyrgd.
Høgni Hoydal