Tað svíður í Fuglafirði

Petur Simonsen, ÍF venjarin, ásannar, at tað kennist tungt ikki at vera komin á stigatalvuna.
- Longri frástøðan verður, torførari verður tað, sigur ÍF venjarin, sum móti KÍ restaði seks av spælarunum, sum hann hevði roknað millum teir fyrstu tólv.
- Vit mugu arbeiða við fólkinum, sum er tókt, og um tað vildi heilt væl við, so høvdu vit kanska fingið stig í dag. Eg sigi ikki, at úrslitið hevði verið so nógv øðrvísi, men dystargongdin hevði verið øðrvísi, um vit høvdu havt fleiri við nógvum royndum á vøllinum, heldur ÍF venjarin.