12. juli legði KÍ rygg til 6-2 tapi á útivølli ímóti B36. Tað var trivaligt tap, og spurnartekin varð sett við, hvussu væl meistaraliðið nú var fyri.
Mikukvøldið í næstu viku skal KÍ royna seg í europeisku meistarakappingini. Í kvøld var aðalroyndin undan europeisku luttøkuni í Klaksvík.
KÍ hevði vitjan av ÍF, sum riggar til at fara undir fjørðin við 6-0 tapi. Hálvleiksstøðan var 4-0, og í seinna hálvleiki var tað ikki fyrr enn fram ímóti dystarenda, at heimaliðið skoraði tvey mál.
-Vit tóku fótin ov nógv av spidaranum eftir steðgin, men eg eri sera fegin og síggi hetta sum góðan enda á fínum tíðarskeiði, sigur KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen.
Merkisvert er tað, at KÍ nú í fimm dystum hevur vunnið við 23 – 0, og at tað aftur í kvøld vóru seks ymiskir spælarar, sum skoraðu. At Jóannes Bjartalíð skoraði ber við sær, at hann nú er toppskjútti í deildini við 12 málum.
Hvat er støðan hjá Heina Vatnsdal?
-Málið er, at hann skal vera við í europeiska dystinum mikukvøldið í næstu viku. Í kvøld fara vit undir fyrireikingarnar til dystin í Klaksvík um átta dagar. Longu í kvøld fáa okkara spælarar tilfar, so tað fer at bera teimum til at læra at kenna, hvørjir mótstøðumenninir eru, og hvussu teir hava avrikað síðsta árið, sigur KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen.
KÍ venjarin fegnast um, at tað í kvøld vóru so nógvir lokalir spælarar á liðnum. Tað vóru seks klaksvíkingar millum teir fyrstu ellivu, og tveir aftrat vórðu skiftir inn í seinna hálvleiki.
-Málið er, at vit skulu vera topplið, og vit gera tað, sum skal til. Hugaligt er tað, at ungu spælararnir hjá okkum eru á ymiskum landsliðum, og at teir vinna seg alt meiri inn á liðið hjá okkum, sigur KÍ venjarin.
Annar av ÍF venjarunum, Ólavur Larsen, ásannar, at hetta var ikki nóg gott.
-Tað sást kanska ikki á vøllinum, men vit høvdu fyrireikað okkum heilt væl. Hetta var bara aðru ferð í ár, at vit vórðu smildraðir sundur. Fyrra ferðin var í Runavík, tá ið vit taptu 5-0. Vit hava sæð KÍ vinna stórt ímóti Skála og EB/Streymi, og vit ætlaðu ikki, at tað skuldi enda, sum tað gjørdi, men hetta var munurin á liðunum, sigur Ólavur Larsen.
Hví var Uros Stojanov ikki á vøllinum?
-Tað var tilvitað, tí vit vistu, at tað fór ikki at eydnast okkum at vinna bóltin so ofta fram í brotsteigin hjá teimum.
Hvussu fara tit at reisa tykkum?
-Vit fara ikki at grava okkum niður. Tað gjørdu vit ikki í kvøld, og tað fara vit ikki at gera. Vit reistu okkum eftir avsmurningin í Runavík, og tað fara vit at gera aftur nú, sigur ÍF venjarin.
KÍ hevði eina rúgvu av málmøguleikum, og tað hevði einki forgjørt verið í tí, um tað endaði við kanska tíggju málum.
Tá ið eitt korter var farið, fekk heimaliðið hol á. Jóannes Bjartalíð legði innfyri av síðulinjuni í høgru, og mitt fyri og fimm metrar úr málinum heilfluktaði Patrik Johannesen bóltin umvegis hondina á málverjanum og tvørtræið í málið.
Tveir minuttir seinni var 2-0. Patrik Johannesen legði við horna úr vinstru innfyri, og við handara stólpa var tað Odmar Færø, sum stútaði bóltin dygst inn við stólpanum.
Jóannes Bjartalíð økti til 3-0 og setti seg á ovasta máltindin, tá ið hann ein metur úr málinum og við nærra stólpa stýrdi bóltin í málið, eftir at Jóannes K. Danielsen í høgru sera snildisliga snaraði vongverjan í vinstru hjá ÍF, Gundur E. Petersen, av sær og sendi flatt innfyri.
Og í 35. minutti økti Páll A. Klettskarð til 4-0. Ólavur Niclasen legði innfyri úr vinstru, og eftir aftur og fram og ikki sannførandi verjuspæl hjá ÍF, var Páll á bóltinum og skoraði fyri 125. ferð.
Tíggju minuttir undan steðginum skifti ÍF út, og fleiri rokeringar vórðu gjørdar. Hetta mundi boða frá, at byrjunaruppstillingin ikki var tann rætta, og tað hava venjararnir og ikki spælararnir ábyrgdina av. Men tað var fyrst og fremst KÍ, sum var væl fyri.
ÍF átti fyrsta lítla málmøguleikan tíggju minuttir eftir steðgin, tá ið Dánjal á Lakjuni legði innfyri úr vinstru, og Gundur E. Petersen við høvdinum royndi ímóti málinum, har Kristian Joensen bjargaði lættliga.
Átta minuttir undan leikloki endaði tað við ÍF sjálvmáli, eftir at Jákup Nolsøe Olsen hevði hálvbjargað, tá ið Jonn Johannesen royndi seg úr stuttari fjarstøðu.
Smáar fimm minuttir undan leikloki skoraði Ole Erik Midtskogen til 6-0. Hann var púra blankur, eftir at Patrik Johannesen var sentralur í uppspælinum.
Næsti landskappingardysturin hjá KÍ verður hósdagin 10. september á heimavølli ímóti HB.
Næsti landskappingardysturin hjá ÍF verður sunnudagin 23. august á heimavølli ímóti Víkingi.
KÍ – ÍF 6-0 (4-0)
1-0: Patrik Johannesen 16.
2-0: Odmar Færø 19.
3-0: Jóannes Bjartalíð 31.
4-0: Páll A. Klettskarð 35.
5-0: sjálvmál 83.
6-0: Ole Erik Midtskogen 86.
Dómari: Alex Troleis
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen (Ole Erik Midtskogen, 46.), Jesper Brinck (Børge Petersen, 46.), Odmar Færø, Ólavur Niclasen – Jonn Johannesen, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð (Dávid Langgaard, 69.)
Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Ísak Simonsen, Boris Dosljak, Steinbjørn Olsen
Gult kort: eingin
Venjari: Mikkjal K. Thomassen
ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen (Pól Jákup Lundsbjerg, 85.), Tóri Nolsøe Olsen ((Andy Ó. Olsen, 39.), Gundur E. Petersen– Hákun Edmundsson, Ari Ó. Ellingsgaard – Hans Jákup Lervig, Karl Løkin, Dánjal á Lakjuni – Philip Djordjevic (Sámal Joensen, 59.)
Á beinkinum: Tóri T. Traðará, Uros Stojanov, Rói Kallsoy Róin, Jóhan Petersen
Gult kort: Ari Ó. Ellingsgaard, Hans Jákup Lervig
Venjarar: Ólavur Larsen og Hans Jørgen Djurhuus
HB | 16 | 14 | 1 | 1 | 41 | 12 | 43 |
KÍ | 17 | 13 | 2 | 2 | 55 | 17 | 41 |
B36 | 16 | 12 | 1 | 3 | 49 | 20 | 37 |
NSÍ | 16 | 11 | 2 | 3 | 29 | 10 | 35 |
Víkingur | 15 | 7 | 2 | 6 | 30 | 23 | 23 |
ÍF | 16 | 6 | 2 | 8 | 19 | 33 | 20 |
EB/Streymur | 15 | 3 | 1 | 11 | 9 | 36 | 10 |
TB | 15 | 1 | 4 | 10 | 9 | 24 | 7 |
AB | 16 | 0 | 7 | 9 | 11 | 38 | 7 |
Skála | 16 | 0 | 2 | 14 | 9 | 48 | 2 |
Mikukvøldið 12. august
NSÍ - Víkingur
Skála - B36
HB - AB
Sunnudagin 16. august
TB - EB/Streymur