– Tað var eg sum átti neistan til stóreldin

– Eg fekk eitt ekstremt sjokk. Eg kundi beinanvegin staðfesta, at tað var mín skyld, sigur Brynleif Askildsen, sum átti neistan, ið elvdi til, at Bilfríðkan brann í grund í 1988

– Um eg skal siga tað beint út, so ræðist eg eld sum fanan sjálvan í dag. Eldur er ikki til at spæla við. Sjálvt um tað eru meira enn 30 ár síðani, so kann eg gott vakna upp um náttina og síggja hetta stóra bálið fyri mær enn.

Soleiðis sigur 48 ára gamli havnarmaðurin Brynleif Askildsen. Sum 17 ára gamal kom hann í eina óhepna støðu við vinkulslíparanum, sum endaði við, at bilasølan Bilfríðkan brann í grund.

Hann er ongantíð ordiliga komin víðari frá sjokkinum, hann fekk í verkstaðnum hjá Bilfríðkan tá. 

– Fakta var bara tað, at tað var eg, sum gav neistan. Tað er her, ábyrgdarkenslan kemur inn, og hetta havi eg tugt uppá øll hesi árini. Líka síðan handan dagin havi eg hugsað, hvat eg kundi havt gjørt øðrvísi, fyri at har ikki skuldi koma eldur í, sigur Brynleif Askildsen.

##med2##

Í nýggjasta Vikuskiftis Sosialinum tosar Brynleif Askildsen fyri fyrstu ferð alment um stóreldin í Bilfríðkan. Blaðið fæst til keyps í sølubúðunum kring landið, og til ber eisini at lesa talgildu útgávuna HER ellaHER.