Tað var eingin vinnari í kommunuuppgerðin

1.DEILD: Tað var sera lívligt og undirhaldandi, tá ið NSÍ var gestur á Skála

Úrslitið var 2-2, tá ið teir næstbestu hjá Skála í góðveðrinum høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ.

Tað gekk fyri tað mesta javnt fyri seg, og felags fyri bæði liðini var, at dentur varð lagdur á at spæla og ikki sparka fótbólt.

Gestirnir vóru eitt sindur omaná í fyrra hálvleiki, og sjey minuttir undan steðginum legði Óli H. Olsen NSÍ framum, tá ið hann vann bóltin av verjuni og varð leysur.

Í síðsta minutti undan steðginum javnaði Petur Pauli Mikkelsen til 1-1. Leivur Zachariassen legði við frísparki innfyri úr høgru, og miðverjin smekkaði við høvdinum bóltin í málið.

Tveir minuttir eftir steðgin legði NSÍ seg framum aftur. Andri Benjaminsen legði flatt innfyri úr høgru, og Sjúrður Pauli Nielsen sendi bóltin í málið.

Skála var eitt vet omaná í seinna hálvleiki, og seks minuttir undan dystarenda eydnaðist tað heimaliðnum at javna. Málskjútti var Djóni J. Petersen, sum við høvdinum setti bóltin í málið, eftir at Leivur Zachariassen legði innfyri úr høgru.

Síðstu lítlu løtuna royndu báðir partar at skora sigursmálið. Tað var tætt við, at tað eydnaðist eitt nú, tá ið Djóni J. Petersen sendi bóltin í tvørtræið aftanfyri Eli Joensen í NSÍ málinum, og bólturin var eisini á tvørtrænum aftanfyri Martin Danielsen í Skála málinum.

Á NSÍ liðnum vóru eitt nú Betuel Hansen og Magnus H. Olsen. Á Skála liðnum vóru Andreas Egeberg Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen og Leivur Zachariassen.

NSÍ hevur trettan stig, og Skála hevur átta stig.

Í áttanda umfari fær Skála vitjan av HB, og NSÍ skal spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.