Tað var Hamas, sum skipaði fyri álopinum í Jerusalem í gjárkvøldið Hamas hevur nú átikið sær ábyrgdina av álopinum á ein átrúnaðarligan skúla í Jerusalem í gjárkvøldið. Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.
Álopið kostaði átta mannalív, og tíggju fólk vórðu særd.
Ein ísraelskur trygdarmaður skjeyt álopsmannin. Løgreglan sigur, at hann hevði ísraelskt samleikaprógv uppi á sær.