Í fyrstu Mósebók stendur, at Guð skapti himmalin og jørðina. Men professarin Ellen van Welde, sum er viðurkend fyri sína stóru vitan um Gamla Testamentið, sum hon eisini hevur skrivað fleiri bøkur um, sáar nú iva um tey gomlu orðini.
Hon vil vera við, at setningurin um skapanina er skeiv týðing av tí hebraiiska upprunatekstinum.
Ellen van Welde sigur, at sambært upprunaliga tekstinum skilti Guð himmalin frá jørðini. Teksturin sigur, at Guð skapti menniskjað og djórini, men jørðin var til frammanundan, sigur professarin.