- Umfatandi kanningar hava víst, at tað, sum vit funnu sunnan fyri Bagdad, var eitt evni ímóti illgrasi og ikki nervagass, segði Adam Mastrianni, talsmaður hjá amerikansku hermonnunum í Irak í gjár.
Amerikanararnir hildu í fyrstani, at teir vóru komnir fram á eina goymslu við evnafrøðiligum vápnum, og fleiri fjølmiðlar mettu tunnurnar sum prógv fyri, at Irak veruliga hevur hópoyðingarvápn. Hildið varð, at talan var um nervagassið sarin, men kanningar hjá amerikanskum serfrøðingum vístu, at so var ikki.
Arabisk bløð hava seinastu dagarnar gjørt nógv burturúr, at amerikanarar og bretar framvegis ikki hava funnið nøkur hópoyðingarvápn í Irak, og fleiri av bløðunum skriva, at kríggið við Irak hevur sín uppruna í einari lygn.
Fyri nøkrum døgum síðani søgdu amerikanskir talsmenn, at hermenninir høvdu funnið hópoyðingarvápn við býin Najaf, men tað avsannaði bretski verjumálaráðharrin, Geoff Hoon, seinni.
Tá kríggið brast á, fingu amerikansku og bretsku hermenninir serligar trygdarbúnar, sum skuldu verja teir ímóti møguligum evnafrøðiligum ella lívfrøðiligum vápnum. Men amerikanararnir munnu kenna seg tryggar nú, tí mánadagin fingu 20.000 flotahermenn boð um, at teimum nýtist ikki at vera í verndarbúna longur.
- Vit halda ikki, at vandin fyri evnafrøðiligum álopum er serliga stórur, segði talsmaðurin hjá flotahermonnunum.