Ein maður, sum eigur eina ?Fish?n?Chips?-búð í Kidderminster í Worcestershire í Bretlandi hevur fingið 30.000 krónur í bót, tí tað vísti seg, at hann hevði brúkt alifisk av slagnum pangasius og selt hann sum tosk.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at handlar og matstovur í Bretlandi hava roynt at selja fólki bíligan fisk sum tosk, og myndugleikarnir í Worcestershire hava gjørt greitt, at hetta verður revsað harðliga í framtíðini.
Talsmaðurin hjá myndugleikunum sigur við blaðið The Shuttle, at teir fara at hava eitt vakið eyga við matstovum og sølubúðum, sum selja fisk og fiskavørur.