Tað var John

Fleiri føroyskir hyggjarar mundu fáa ein hvøkk, tá teir sunnudagin hugdu at sendingini, Onside, hjá TV3.

Meðan teir vístu eina samrøðu við AB-leikaran, Steven Lüstu, sást brádliga eitt kent andlit á venjingarvøllinum aftan fyri.

Flest øll vóru á einnum máli um, at talan var um John Petersen, og so var eisini.

Tá vit sunnukvøldið skiftu orð við John um hetta, váttaði hann smílandi, at so var, men samstundis segði hann, at hann als ikki er ávegis til danska felagið.

- Upptøkan er gjørd, meðan eg fyri stuttum var og ferðaðist. Jákup í Stórustovu hevði í hesum sambandi spurt seg fyri, um tað ar gjørligt, at eg slapp at venja saman við AB, og hesum játtaðu teir.

- Talan var sostatt ikki um nakra royndarvenjing, og tað hevði eg heldur ikki havt loyvi til, leggur John afturat.

Hann vísir á, at hann framvegis er sáttmálabundin at Leiftri, og um nakað felag skuldi verið áhugað í at keypa hann, skulu teir fyrst seta seg í samband við felagið.