Tað var liðið, sum gjørdist meistarar

Sjálvsagt vóru einstakir leikarar, sum høvdu sín stóra lut í gullinum, men fyrst og fremst var tað liðið hjá HB, sum í ár tryggjaði sær meistaraheitið

Føroyameistarar

Enn er ein dystur eftir at spæla hetta kappingarárið, so enn eru allar súður ikki syftast. Men ein staðfesting er í øllum førum greið. HB eru føroyameistarar. Við sigrinum á B36 syrgdu teir fyri, at tað ikki verður nakar, sum tekur teir aftur í ár, og sostatt eru teir nú komnir ájavnt KÍ, sum annars hevur havt einkarætt sum mest vinnandi føroyska fótbóltsfelagið í landskappingarhøpi.

Breiddin stóð sína roynd
At HB hevur verið besta liðið í ár, er nokk eingin ivi um. Liðið er tað, sum hevur flestu stigini á stigatalvuni, og so er væl ikki meira at trætast um í so máta.
Skal ein meting gerast av, júst hvørjir eginleikar tað vóru, sum tryggjaðu HB hetta meistaraheitið, so eru serliga tríggir lutir. Breidd, organisatión og botnstøði.
Breiddin í hópinum slapp veruliga at standa sína roynd fyrstu mánaðirnar av árinum. At byrja við mátti liðið klára seg uttan mest sum allar teir, sum i´fjør vóru við til at vinna meistaraheitið. Jan Dam gjørdi tó av at taka eitt tørn afturat, og saman við Janus M. Joensen skuldi hann so vera tann, sum kundi geva nýggju monnunum neyðuga sjálvsálitið. At Martin Christensen byrjaði árið við drúgvum skaða, mundi neyvan styrkja um vónirnar, og tá Jan Dam so eisini breyt stórutá í Runavík, sá heilt svart út. Men HB megnaði hetta. Ikki minst tí teir í Eli Christiansen áttu ein leikara, sum alla tíðina var klárur til at fara inn í verjuna, men so sanniliga eisini tí Hans á Lag gjørdi av at koma aftur úr síni fótbóltsútlegd. Hann var kanska ikki heilt á toppinum at byrja við, og onkur avrik vóru nakað rustað, men mentalt er hann gjørdur úr júst rætta slagnum, tá tosast skal um vinnaramentalitet.
At verjan soleiðis gjørdist alt betri mannað, kom so sanniliga eisini miðvøllinum til góðar. Her fekk HB annars nakað av trupulleikum, tá Nico Dugaru fekk álvarsligan skaða, men við fleiri alternativum í verjuni kundi Hallur Danielsen nú flytast upp. Hann varð annars settur í verjuna, tá Frank Skytte seg meta, at hann var leikarin, sum miðvøllurin best toldi at missa, men eftir flytingina hevði hann sítt kanska besta kappingarár fyri HB. Tá Martin Chrsistnsen loksins varð tøkur, var tað eisini á miðvøllinum, at hann varð nýttur, og eisini hann gjørdi eitt framúr arbeiði her.
Og so skal eisini sigast, at heldur íkki í álopinum slapp HB undan umskipanum. Her hevði felagið undan árinum keypt Karsten From heim, og roknað varð við, at hann saman við Andrew av Fløtum skuldi skjóta neyðugu málini. Byrjanin var eisini góð, og nýggi maðurin skeyt nógv mál í steypakappingini, men so fór at ganga skeiva vegin. Menniskjansliiga sampakkaði danin ikki nóg væl við restina av hóppinum, og endin varð, at felagið og leikarin í felag boðaðu frá, at sáttmálin varð uppsagdur. Tá Andrew samstundis ikki fekk fylgt upp uppá góða avrikið í fjør, stóð greitt, at málini máttu koma aðra staðni frá, og tað komu tey eisini. Rógvi Jacobsen varð fluttur fram sum centerforward, og tó at talan kanska ikki var um mál í rúgvuvís, so gav hann liðnum nakrar heilt aðrar dimensiónir frameftir vøllinum. Og so skal eisini nevnast, at Tór-Ingar Akselsen veruliga fekk sítt gjøgnumbrot í seinnu kappingarhálvu. Fleiri ferðir var hann maðurin handan týðandi skoringar, og tó at hann ikki hevði sín besta dag nú sunnudagin, so mundi tað fyri mong kennast hóskandi, at tað var júst hann, sum skeyt málið, sum av álvara sendi HB á meistarakós.

Skipanin var grundarlagið
Sum venjari megnaði Frank Skytte í sera stóran mun at byggja víðari á grundina, sum Ion Geolgau í nærum fimm ár hevði bygt í HB. Her hevði rumenin alla tíðina lagt dentin á eina væl skipaða verjuskipan, har alt liðið tók lut í defensiva arbeiðinum, og tó at broytingar vórðu framdar, so helt liðið alla tíðina fast í grundstøðinum. Við einari flatari verju, sum dugdi at spæla flatt ? t.v.s. samstundis halda dýpdina ? skuldu mótstøðuliðini ofta finna tær heilt stóru snildirnar fram, um málini skuldu koma, og ein hart arbeiðandi miðvøllur syrgdi hartil fyri, at verjan í stóran mun slapp heilt undan at koma undir trýst.
At liðið hevði eitt somikið trygt grundstøði var helst eisini viðvirkandi til, at liðið at kalla ongan tíð leikti ein vánaligan dyst. Kanska var tað ikki hvørja ferð, at talan var um spruttandi álopsfótbólt, men aloftast var tað nóg mikið til at fáa stig heim og helst trý av slagnum. Sum so mundi tað vera heppið, at einasti dysturin, har liðið veruliga spældi illa, var ímóti einum VB liði, sum bert var komið í Gundadal fyri at verja.
Hetta sama grundstøðið var eisini nakað, sum viðførdi, at liðið hevði eitt sindur lættari við at spæla sum eitt oddalið. Skilt á tann hátt, at tað sjáldan kom í ta støðu, at spælið varð flutt ov langt aftur á vøllin. Líka mikið, hvussu støðan var, so kendi hvør einstakur leikari sína uppgávu, og tí kundi liðið aloftast bara halda á fram við positiónsfótbólti, tá ein leiðsla skuldi verjast. Heldur enn at standa afturi í egnum brotsteigi og sparka langt ? og harvið koma undir óneyðuga stórt trýst.

Lyklaleikarar
Og at enda, so slepst heldur ikki at nevna einstakar leikarar, sum kanska høvdu eyka stóran týdning fyri meistaraheitið. Í málinum hevur HB seinnu árini havt kanska mest undirmetta føroyska málverjan í Bárði Johannesen. Ikki minst hevur tað tikið honum langa tíð at verða góðtikin av áskoðarunum sum maðurin, sum skuldi loysa Kaj Leo Johannesen av, men hesa accept tykist hann tó nú hava fingið. Og at tað ikki bert er í HB, at hendan er komin, vitnar landsliðsúttøkan í vár eisini um. Har stendur hann kanska enn í skugganum av Jákupi og Jens Martini, men fáur man tó ivast í, at hann nú skjótt má roknast sum tann, ið er teimum næstur í føroyska málverjahierarkinum.
Skal nakar takast burturúr í verjupartinum, so má tað nokk blíva Símun Eliasen. Tað eru kanska nøkur ár síðani, at hann seinast var partur av HB-liðnum, men trupulleikarniar at fella inn á liðið vóru at kalla eingir, og saman við Jan Dam stýrdi hann verjuni við somikið stórum myndugleika, at ein landsliðsúttøka tykist alt meira nærliggjandi.
Á miðvøllinum var Rúni Nolsøe enn einaferð lyklaleikarin, sum tað mesta av øllum HB-spælinum gongur ígjøgnum. Hartil er hann eisin í stóran mun stýrimaðurin, tá trýst skal leggjast á mótstøðuliðini, so samanlagt kann týdningur hansara fyri liðið neyvan yvirmetast.
I álopinum hevur talan kanska ikki verið um nakran einstakan leikara gjøgnum árið, sum hevur sett sítt stóra frámerki. Hinvegin hevur tað verið ein styrki hjá liðnum, at teir mest sum hvørja ferð hava fingið mál onkra staðni frá. Júst hvør skjúttin hevur verið, hevur ikki havt tann stóra týdningin í so máta, og tað munnu hvørki leikarar ella viðhaldsfólk leggja nakað serligt í. Tey fegnaðust heldur um útvarpslýsingina sunnukvøldið. Hon boðaði frá »at AFTUR í ár verður gulldansur í HB-húsinum«. Hvussu leingi hetta helt á, hava vit ikki fingið greiðu á, men einki er at ivast í, at tað á nógvum arbeiðsplássum í høvuðsstaðnum var ein ávís frávera mánadagin.