Løgreglan í Humberside í Onglandi hevur tikið ein 24 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri morð.
Tann 4. juni doyði tann 20 ára gamli Stephen Hilder, tá hann leyp út í fallskíggja. í 4.000 metra hædd í North Lincolnshire Í fyrstani varð hildið, at talan var um eina vanlukku, men kanningar av fallskíggjanum avdúkaðu, at onkur hevði pilkað við hann, soleiðis at hann virkaði ikki.
Stephen Hilder gekk á einum hernaðarskúla í Shrivenham í Oxfordshire,og løgreglan hevur avhoyrt fleiri av næmingunum. Úrslitið varð, at tann 24 ára gamli varð tikin tann 22. oktober, men hann varð seinni latin leysur ímóti veðgjaldi. Mánadagin varð hann tikin aftur, tí løgreglan hevur illgruna um, at tað var hann, sum hevði pilkað við fallskíggjan hjá Stephen Hilder.