Tá Sunneva Dalsgaard fyri góðum tveimum árum síðani kom fram á ein knykil í øðrum bróstinum hjá sær, gjørdi hon skjótt av.
Hon vendi sær alt fyri eitt til læknan hjá sær fyri at fáa kanna hendan knykilin, og tað vísti seg, at talan var um ein krabbasvull, sum mátti skerast burtur.
Knappliga stóð Sunneva í eini fullkomiliga nýggjari støðu, har hon óttaðist fyri sínum egna lívi, og har ivin nívdi í fleiri vikur.
- Eg stúrdi beinanvegin fyri at missa lívið, og tá eg fekk staðfest krabbamein, var tað sum at fáa deyðadóm, greiðir Sunnevá frá.
- Tað var ómetaliga hart at fáa boðini um sjúkuna. Eg hugsaði um mannin og børnini, og at eg hevði nógv at liva fyri, og hesar vikurnar, tá eg bíðaði eftir boðum og viðgerð, vóru øðiliga tyngjandi sálarliga.
Læknin óumhugsin
Sjúkrasøgan hjá Sunnevu byrjar í hennara egna heimi.
- Eg havi havt til vana at kanna bróstini hjá mær, og tað var soleiðis, at eg kom fram á knykilin í øðrum bróstinum í apríl 1998, greiðir Sunneva frá.
Hon vendi sær alt fyri eitt til læknan hjá sær, sum síðani sendi hana víðari til kanningar á Landssjúkrahúsinum beinanvegin. Har vísti ein mammografi-kanning, at alt var ikki, sum tað skuldi verða, og Sunneva fekk tí eina tíð hjá skurðlækna, sum skuldi taka sær av henni.
- Eg skuldi sleppa beinanvegin til skurðlækna, men hann gav avboð av eini ella aðari orsøk. Eg kendi meg so ótrygga, at eg stríddist hart fyri at fáa tíð hjá einum øðrum lækna sama dag, og tað eydnaðist mær, sigur Sunneva.
Men viðtalan hjá hesum skurðlæknanum var sum eitt slag í andlitið á henni.
- Hann lat meg sleppa fram at, eftir at hann hevði arbeitt ein heilan dag, og tí var hann kanska eitt sindur troyttur og óumhugsin. Tá hann so hugdi í pappírini hjá mær, tók hann kaldliga til, at hetta sá ikki gott út, og at hetta var helst krabbamein.
- Tað var sum alt raplaði fyri mær, og eg sá meg beinanvegin í eini kistu, greiðir Sunneva frá.
Ræðulig bíðitíð
Vanliga verður fyrst ein kanning gjørd av vevnaðinum, áðrenn sjálv skurðviðgerðin verður gjørd, men umstøðurnar vóru soleiðis, at tað bar ikki til at gera hesa kanning.
Tí avgjørdi læknin at skera hana longu dagin eftir viðtaluna.
Sunneva vildi fyrst hava læknan at taka alt bróstið, men hon lurtaði eftir ráðunum frá læknanum um, at tað var nóg mikið at skera knykil burtur.
Skurðviðgerðin eydnaðist væl, og læknin helt seg hava fingið allan knykil burtur. Nú skuldi knykilin kannast fyri at vita, um talan veruliga var um krabbamein, og úrslitinum av hesi kanning skuldi Sunneva bíða eftir í tvær vikur.
- Bíðitíðin var ræðulig, tí hóast eg hevði fyrireikað meg upp á, at talan var um krabbamein, so var tað ikki endaliga staðfest, sigur Sunneva.
Kundi lopið um hálsin á honum
Tá boðini komu frá kanningini, varð tað so staðfest, at talan veruliga var um krabbamein, og so skuldi hon aftur kannast.
Endamálið við nýggju kanningini var at finna út av, um krabbamein hevði spreitt seg til beinagrindina ella onkran annan part av kroppinum. Aftur gingu tvær vikur, har Sunneva stúrdi fyri úrslitinum av kanningini.
Men hesaferð vóru boðini góð at fáa.
- Læknin ringdi til mín og bað meg koma til viðtalu, áðrenn eg átti, tí hann hevði góð boð til mín. Krabbameinið hevði ikki spreitt seg, og tá eg fekk tey boðini, gjørdist eg ómetaliga glað. Eg kundi havt lopið um hálsin á honum, hóast hann hevði verið rættiliga óstortligur undir fyrstu viðtaluni, sigur Sunneva.
Hóast sjúkan ikki hevði breitt seg, skuldi Sunneva hava stráluviðgerð.
- Fyrst vildi eg ikki hava stráluviðgerðina, tí eg helt, at tað fór einki at hjálpa, men eftir at læknin hevði rátt mær til at taka av tilboðunum, gjørdi eg tað so, sigur hon.
Stráluviðgerðin varð gjørd í Danmark, og tað tók sjey vikur.
- Eg kendi meg ongantíð veruliga sjúka kropsliga, men tað var tungt at fara ígjøgnum hetta tíðarskeið sálarliga. Eg stúrdi nógv fyri, hvør endin fór at vera, og um eg veruliga skuldi yvirliva sjúkuna, men við Guds hjálp og stuðli frá familjuni kom eg ígjøgnum tað.
Greið boð
Síðani stráluviðgerðina hevur Sunneva javnan verið kannað, og allar hesar kanningar hava víst, at Sunneva er frísk.
Kanningar í kjalarvørrinum av sjúkini halda tó fram við jøvnum millumbili næstu árini, og boðini, sum Sunneva hevur til kvinnur, eftir at hon sjálv hevur havt bróstkrabba, eru greið.
- Kvinnur skulu javnan kanna bróstini hjá sær, tí so ber til at staðfesta ein møguligan knykil so skjótt sum gjørligt, og harvið eru møguleikarnir fyri at blíva frískur størstir, sigur hon.
- Tað hevur ivaleyst hjálpt mær væl, at eg tíðliga kom fram á knykilin í bróstinum, og at eg varð skurðviðgjørd innan eina viku frá tí, at eg fór til lækna.
Sunneva er nú við í arbeiðnum hjá Bót fyri Bata, sum er ein bólkur undir Krabbameinsfelagnum. Hesin bólkurin útilokandi arbeiðir við bróstkrabba, og kvinnur, sum fáa staðfest bróstkrabba, kunnu venda sær til hendan bólkin, um tey hava hjálp fyri neyðini, ella um tey vilja í samband við onkran, sum hevur havt sjúkuna.
Ein av teimum er Sunneva Dalsgaard. Hon veit, hvussu tað er at fara ígjøgnum eina slíka sjúkralegu.
Hon kennir óttan fyri at missa lívið, men hon hevur eisini upplivað gleðina við at gerast frísk.